Stendur tú á sama lista sum Tobbi?

Tjóðveldisflokkurin hevur boygt nøkur prinsipp. Men størsta prinsippið av øllum er, at veljarin sleppur at tala

Sjúrður Skaale
???

Stendur tú á sama lista sum Tobbi? Hvussu ber tað til? Hevur flokkurin ikki viðtikið, at maðurin skal koyrast úr tingbólkinum og ikki skal umboða flokkin alment? Hví hendir tað ikki? Ber til at hava álit á Tjóðveldisflokkin, tá hann tekur eina avgerð, men ikki fremur hana í verki?
Hesar - og aðrar líknandi - spurningar havi eg fingið aftur og aftur, síðan eg hóskvøldið varð stillaður upp til fólkatingsvalið á tjóðveldislistanum.
Fólk hava ikki hug at tosa um politisk avrik og ætlanir - men øll hava eina støðu til stríðið um Tórbjørn Jacobsen.
Tað er einki dulsmál, at hetta er sera skaðiligt fyri flokkin og okkum, ið eru uppstillað. Tí vit hava nógv fleiri úrslit at vísa á, enn nakar annar. Vit hava nógv greiðari ætlanir, enn nakar annar. Og vit eru einasti flokkur, sum fer at standa púra óheftur á fólkatingi og tala søk Føroya.
Men tað hevur lítlan áhuga - alt druknar í tí óvirðiliga persónliga stríðnum. Og tað er øgiliga frustrerandi - serliga tá tú í trý ár hevur arbeitt á fólkatingi við góðum úrsliti.

Skilji tað væl
Men eg skilji tað væl.
Tað er ein royndur lutur, at atburðurin hjá Tórbirni ikki hevur verið nakað prýði fyri flokkin. Og tann vingluti mátin, floksleiðslan hevur handfarið málið uppá, hevur ikki verið álitisvekjandi. Tað er eisini greitt, at tá ein avgerð verður tikin, men ikki verður framd í verki, so skaðar tað trúvirðið floksins.
So eg skilji tey, sum eru óð, ørkymlað og sum enntá venda flokkinum bakið. Eingin ann-ar flokkur hevur jú tosað meir um prinsipp og støðufesti enn júst Tjóðveldisflokkurin.

Veljarin fær orðið
Men eg haldi kortini, at tey, sum gjørdu av, at Tórbjørn skuldi á listan, gjørdu rætt.
Alt vald stavar jú frá veljaranum. Veljarin skal altíð hava bæði fyrsta og síðsta orðið. Og við fólkatingsvalinum fekk flokkurin ein møguleika at lata veljar-an siga sína meining um atburðin og álopini hjá Tórbirni. Øll álopini standa jú við - Tórbjørn hevur einki tikið aftur.
Eg haldi tað vera ein greiðan fyrimun, at veljarin fær høvi at geva sína hugsan til kennar um hendan atburð og hesi álop.
Var Tórbjørn ikki á listanum, slapp veljarin ikki at siga sína hugsan um alt rokið - og so kunnu vit bara hugsa okkum, hvat tað hevði havt við sær av ákærum og illgitingum.
At leggja støðuna fyri veljarans dóm, kann aldrin vera skeivt - hóast tað krevur, at nøkur prinsipp verða nakað boygd. Prinsippið um, at veljarin skal sleppa at fella dóm, er hóast alt týdningarmesta politiska prinsipp, ið finst.
Men eg vóni, at tað, fólk fara at fella dóm yvir 8. februar, fyrst og fremst verða politisk avrik og politiskar ætlanir. Tí so vinna vit valið so spælandi...