Seint hóskvøldið hendi ein álvarsom ferðsluvanlukka í Gøtu. Ein bilur við tveimum ferðandi var á veg úr Fuglafirði til Runavíkar, og við svingið á landsvegnum við Gøtukirkju misti førarin tamarhaldið á bilinum.
Bilurin rendi frontalt í ein annan bil, ið kom koyrandi frá Syðrugøtu. Bilurin, ið kom úr Syðrugøtu endaðu í niðanfyri vegin við parkeringsplássið uttanfyri Losjuna. Báðir bilarnir gjørdust vrak. Tey trý fólkini, ið vóru í blinum úr Syðrugøtu sluppu við smærri snuddum, meðan verri stendur teimum báðum, ið vóru úr bilinum í Fuglafirði. Hjá øðrum stendur um lív, meðan hin breyt bæði bein og arm.
Av løgreglustøðini í Runavík verður sagt, at tey vita ikki, hvat orsøkin var til ferðsluvanlukkuna, men helst var talan um ov nógva ferð. Landsvegurin í Gøtu er slitin, og vegurin var vátur, og tískil vóru ikki bestu koyrilíkindi hóskvøldið.