Hondbóltur
Tað er ikki fyri einki, at Danmark verður roknað millum sterkastu hondbóltstjóðir í heiminum.
U18-kvinnulandsliðið vann fyri stuttum EM-heitið, og tær vitja í hesum døgum í Føroyum.
Leygardagin spældu tær móti føroyska A-landsliðnum, sum fyrireikar seg til Challenge Trophy-kappingina, sum verður spæld um hálvan annan mánað, og her fingu okkara av at vita.
Longu eftir 10 minuttum stóð 1-10 á máltalvuni, og so var støðið líka sum lagt. Donsku genturnar spældu við eini leikferð, sum okkara høvdu sera ilt við at umstilla seg til, og hóast avrikið batnaði nakað eftir steðgin, so vóru føroysku kvinnurnar ongan tíð námind at hótta donsku mótstøðuna.
Tað vóru føroysku U21-kvinnurnar heldur ikki sunnudagin, men tær megnaðu tó í nógv størri mun at fylgja við mótstøðuni. Bæði tí tær dagin fyri høvdu sæð, hvussu sterk mótstøðan í veruleikanum var, og kanska eisini tí donsku kvinnurnar nú høvdu ein dyst í beinunum.
Undan steðginum eydnaðist tó donsku kvinnunuum at leypa avstað, og í seinna hálvleiki skrædnaði veruliga í dystinum, sum enn einaferð endaði við donskum stórsigri.
Í kvøld klokkan 19 spæla donsku kvinnurnar í Klaksvík, har nýkosnu steypavinnararnir úr Stjørnuni taka ímóti. Og so fæst at vita, um tær í størri mun megna at geva mótstøðuni ein skarpan gang.
Føroyar A-Danmark U18 17-34 (8-20)
Føroyar U21-Danmark U18 20-32 (12-17)