Festival summarið
Hóast føroyski tónleikapallurin altíð hevur verið ein sera mansdominerað verð, eru ávísir glottar at hóma. Kvinnir eru farnar at taka seg fram í toppinum. Bæði Eivør og Lena hava undanvind uttanlanda, og besti nýggi bólkur í 2005 var gentubólkurin Poppkorn og fyri fáum árum síðan vann Guðrun Sólja Jacobsen Stjerne For En Aften. Eingin ivi er um, at kvinnur standa fyri nøkrum av tí besta, ið føroyskur tónleikur hevur at bjóða. Men í Prix Føroyar kappingunum, á festivalum og konsertum eru mannligu luttakararnir altíð í stórum meiriluta. Tí er tað sera gleðiligt, at nú tær fyrstu leysasøgurnar eru farnar at ganga um tónleikanøvn á Asfalt, er talan um kvinnur.
Sosialurin hevur frætt frá væl vitandi keldum, at fyrstu nøvnini á stóra tónleikatiltakinum í Havn eru um at koma upp á pláss, og her er talan um sera spennandi føroysk nøvn, ið umboða fleiri ættarlið og tónlistarlig rák. Eftir øllum at døma, hevur Asfalt tryggjað sær Anniku Hoydal, Lenu og Poppkorn.
Annika er fólkaogn
Annika Hoydal hevur síðan miðskeiðis í 60árunum givið ikki færri enn 14 útgávur út. Bæði sum einstaklingur og í bólkum sum Harkaliðnum. Annika Hoydal hevur seinastu mongu árini búð í Keypmannahavn, men tónleikurin hevur altíð havt ein sterkan føroyskan dám. Annika sjálv hevur tó livað eitt rættliga heimsborgarakent lív. Hon er fødd og uppvaksin í Føroyum. Nøkur ár búði familjan í Suðuramerika. Hon hevur altíð ferðast nógv og hevur millum annað havt fastan bústað í Skotlandi og Spania.
Samanumtikið er tónleikurin hjá Anniku fólkatónleikur í eini breiðari merking. Hon fevnir tó sera breitt og eigur eitt serligt pláss í hjartanum hjá ungum sum gomlum, ja bæði børnum, vaksnum og gomlum. Hetta er sostatt eitt sera sterkt tónleikanavn, ið Asfalt tykist at hava tryggja sær. Annika hevur verið fyrimynd fyri nógvar ungar songkvinnur, og hevur við síni frálíku útgávu Til børnini hjá børnunum, víst at hon enn er ein íblásturskelda.
Lena er nútíðin
Lena hevur valt at liva dreymin um eitt lív sum yrkistónleikarar. Saman við manninum Niclas hevur hon seinnu árini roynt seg uttanlanda og innanlanda. Síðsta árið hava tey satsað miðvíst uppá danska marknaðin. Har hava tey spælt nógvar konsertir, givið fløgu út, luttikið í nógvum útvarpsendingum, fingið fleiri frálík ummæli og hava verið á konsertferð saman við amerikonsku songkvinnuni Beth Hart.
Lagið Step On The Gas, av nýggju endurljóðblandaðu útgávuni av fløguni Cant Erase It, hevur verið nógv at hoyrt í útvarpinum í Danmark. Í løtuni byrjar Cant Erase it at verða spælt í donskum útvarpi. Lena og Niclas arbeiða í hesum døgum við komandi fløguni, ið verður givin út í Føroyum í næstum.
Lena er nógv ment sum songkvinna, tekstskrivari og tónasmiður. Hennara ómetalig inniliga rødd, rørir við hjarta, tá hon syngur sínar søgur. Lena er ein ómetaliga innilig songkvinna, og konsertir við henni eru altíð minniligar. Hon verður í summar kanska eitt tað mest aktuella navnið á føroyska tónleikapallinum, tí er hetta eitt satt kvett hjá Asfalt. Hon vísir vegin fyri føroyskar tónleikarar, um tú arbeiðir fyri dreyminum ber til at liva hann.
Poppkorn er framtíðin
Gentubólkurin PoppKorn er eitt eindømi í føroyskari tónleikasøgu. Hann er fyrsti gentupoppbólkur nakrantíð. Bólkurin hevur síðan fyrstu konsertina á MjúS festivalinum á Sandi, vunnið fjepparar um allar Føroyar. Fyrsta fløgan hjá bólkinum kom út beint fyri jól og átti ovasta plássið á sølulistanum hjá 3aranum í nógvar vikur. Higartil eru yvir 3000 eintøk av fløguni seld, og enn selur hon væl.
Poppkorn vann planetina fyri besta nýggja bólk í 2005 á Planet Awards. Hendan heiður vunnu tær framman fyri nógv stór føroysk tónleikanøvn.
Poppkorn er fimm ungar gentir av Sandi, men aftan fyri genturnar situr Føroya mætasti poppsmiður Kári Jacobsen. Kári livir av at skriva tónleik og skrivar javnan tónleik til útlendsk nøvn og sjónvarprásir. Hann sigur, at dreymurin um ein gentubólk er gamal, og gleðist um at hetta hevur eydnast. Hann segði herfyri í samrøðu við Sosialin at: Tað er týdningarmikið, at fyrimyndirnar eru har, skal kynsbýtið á føroyska tónleikapallinum gerast annarleiðis.Vit kunnu bara gleðast við Kára um, at fyrimyndirnar eru góðar, so vónin er bjørt fyri føroyskan tónleik.