Talv
Nakað uttanfyri Århus brustu níggju stórmeistarar og ein altjóða meistari, Davor Palo úr Danmark, saman í einari kapping, sum skuldi vísa seg at verða sera jøvn.
1st Samba Cup er mett at vera tann sterkasta kapping nakrantíð á danskari jørð, eins og millum tær sterkastu kring heimin í 2003. Miðalratingtalið varð 2639.
At kappingin varð vælmannað, bar hetta brá av: Tveir telvarar yvir 2700, seks omanfyri 2600, ein beint niðanfyri 2600-markið og ein júst omanfyri 2500-markið.
Endaliga støðan:
GM Peter H. Nielsen, Danmark (2626)5,5 av 9
GM Sadvakason, Kazakstan (2595)5,5
GM Short, Ongland (2701)5,5
GM Curt Hansen, Danmark (2616)5,5
GM Ivanchuk, Ukraina (2710)5,0
GM Bologan, Moldavia (2673)5,0
GM Kasimdzhanov, Uzbekistan (2668)4,5
GM Alekseev, Russland (2613)3,5
GM Sasikiran, India (2679)2,5
IM Davor Palo, Danmark (2510)2,5
Bert eitt stig skilti vinnararnar og nr. 7. Teir fremstu fýra telvararnir leiktu javnt í seinasta umfarinum. Allir uttan danin Curt Hansen fingu skjótir javnleikir, hann hevði svarta fólkið móti Ivanchuk, sum við at vinna kundi sjálvur enda í oddinum. Talvið varð fløkt og opið, við nógvum offrum og mótoffrum, har Ivanchuk leingi hevði munin. Men Curt stríddist væl og fekk sín javnleik, sum hann so inniliga bardist fyri.
Eitt gott avrik av fyrrverandi fremsta dananum, sum í seinastuni er við at heinta seg inn á Peter Heina. Sterkasti danin í løtuni hevði eisini eina framúr góða kapping, eins og yvirraskilsi Sadvakasov. Short lá í oddinum alla kappingina, meðan Ivanchuk miðskeiðis í kappingini tapti tvey talv, og tað hevði hann ikki ráð til.
Danska vónin, 17 ára gamli Davor Palo, varð hálvtannað stig frá GM-norminum. Hann legði annars væl út við trimum góðum javnleikum, men fekk síðani bert eitt stig burturúr teimum seks seinastu umførunum. Men tó er hálvttriðja stig eitt heiðurligt úrslit.
Polgar í serklassa
Judit Polgar (2722) vann herfyri Essent krúnbólkin í Hollandi. Kappingin er afturvendandi, har tað altíð eru fýra telvarar, sum leika dupultumfar. Umframt Polgar, luttók fyrrverandi heimsmeistarin Anatoly Karpov (2693), eins og vælkendi Ivan Sokolov (2695). Ein ungur telvari plagar at fáa kjansin á hvørjum árið, og í ár slapp 21 ára gamli Levon Aronian (2649) úr Týsklandi framat.
Burtursæð frá tapinum í næstseinasta umfari móti Sokolov, var Polgar í serklassa og vann hon kappingina við fýra stigum av seks møguligum. Sokolov og Aronian býttu annað plássið við trimum stigum, meðan Karpov hevði eina ringa kapping við bert tveimum stigum (fýra javnleikir og tapti tvey). Karpov telvar ikki nógv hesar dagarnar, og tað sást væl aftur á telvingini í Hollandi, tíverri.