Sterkasta kapping í India

Viswanathan Anand hevur givið indiskari telving øgiligan íblástur, og nú skipar heimsins størsta demokrati eisini fyri sterkum stórmeistarakappingum

Talv

34 ára gamli Anand - sum kanska er heimsins sterkasti telvari í løtuni - hevur næstan vunnið seg fram á Garry Kasparov. Einans 35 ratingstig eru á muni og skjótt fer Anand helst yvirum magiska 2800-markið. Hann hevur í løtuni 2782.
Slíkt bragd viðførir ein nátúrligan áhuga í heimlandinum. Fyri umleið fýra árum síðani átti India einans tríggir stórmeistarar, men nú eru ellivu indiskir telvarar við sterka heitinum. Tann næsti eftir Anand í India, er Krishnan Sasikiran við 2666.
Eisini organisatoriskt førkar India seg frá einum talvligum u-landi til eitt lokkandi land at royna seg á teimum 64 puntunum. Í býnum Pune skipaðu talváhugaðir í døgunum 2-12. septembur fyri teirra fyrstu altjóða stórmeistarakapping. Miðalratinging fyri teir tíggju luttakararnir var heili 2630.
Rumenin Nisipeanu, ið nærkast 2700-markinum, legði út sum ein stormur og hevði leingi trygga leiðslu. Men eitt tap og nakrir javnleikir viðførdi at Fide-heimsmeistarin Kasimzhanov loksins fekk hann aftur. Legendan Beliavsky, sum seinastu 30 árini hevur verið í topp 50, hevði eina heldur keðiliga kapping, men fekk tó eftir eina ringa byrjan bart seg uppá 50% skoru. Sasikiran skuffaði við einans fýra stigum.

Endaliga støðan
Nisipeanu (2686)6,0/9
Kasimzhanov(2640)6,0
Harikrishna (2609) 5,0
Beliavsky (2679)4,5
Azmai(2679)4,5
Sandipan(2555)4,0
Sasikiran (2666)4,0
Ganguly (2574)4,0
Kunte (2532)3,5
Sutovsky (2679)3,5

Sigur í Østerbro
Terji Petersen og yvirritaði luttóku um vikuskiftið í einari talvkapping í Østerbro. Fimm umfør uppá tríggjar dagar.
Sjálvur var eg hægstrataður í ovasta bólkinum, sum taldi átta telvarar. Terji var næsthægsrataður. Við favorittrolluni lá eitt ávíst trýst á mær, og hóast til tíðir ótrygga telving, eydnaðist tað mær at vinna kappingina við 4,5 stigum. Terji, sum ikki hevur telvað eina kapping síðani FM 2003 í Havnini, kom ongantíð veruliga í gongd. Eftir at rustið varð bankað av sær, hevði hann 2,5 stig av teimum fimm umførunum.