Spreingingin slongdi eitt ovurstórt skýggj av glóðheitum gassi út í rúmdina. Kanningar benda á, at gassskýggið varð slongt út í rúmdina við einari ferð, sum var umleið 8,3 milliónir kilometrar um tíman.
Vísindafólk siga, at varð gassskýggið slongt beint ímóti Jørðini, høvdu fleiri fylgisveinar, sum eru í ringrás um Jørðina, fingið skaða, og streymveitingar á sjálvari Jørðini høvdu eisini verið ávirkaðar.
Tann sterkasta spreingingin, sum vísindin higartil hevur mátað á Sólini, var í 2001, men sagt verður, at spreingingin týskvøldið var nógv sterkari. Júst hvussu sterk hon var, ber ikki til at siga enn, tí verandi mátingartól røkka ikki so langt upp, sigur norski granskarin Knut Jørgen Røed við NTB.
Fyri bert einari viku síðani var fleiri sterkar spreingingar á Sólini. Tær oyðiløgdu fylgisveinar og órógvaðu radiosamskifti og streymveitingar á Jørðini.