Sterkir fraklendingar

PFA, enska sambandið hjá fótbóltsleikarum, hevur nú boðað frá, hvørjir teir nomineraðu leikararnir til heitið sum »players player of the year« eru.
Og skuldi nakar ivast, so vísir listin greitt, at tað eru ikki hvørjir sum helst, sum Føroyar skulu hitta, tá Fraklands-dysturin er á skránni.
Millum teir fimm bestu leikararnar í Onglandi eru tveir fraklendingar, og ikki óvæntað eru tað teir báðir Arsenal-leikararnir, Patrick Vieira og Thierry Henry.
Henry var eisini maðurin, sum í fjør endaði ovastur í atkvøðugreiðsluni, og undan honum var tað Robert Pires, sum fekk heiðurin, og eisini hann verður væntandi á liðnum, sum okkara egnu kosnu skulu takast við.
Til heitið sum ársins leikarar eru annars nomineraðir: Thierry Henry (Arsenal), Patrick Vieira (Arsenal), Steven Gerrard (Liverpool), Frank Lampard (Chelsea), Alan Shearer (Newcastle) og Jay-Jay Okocha (Bolton).
Samstundis kann nevnast, at til ársins unga leikara eru nomineraðir: Glen Johnson (Chelsea), Scott Parker (Chelsea), Shaun Wright-Phillips (Manchester City), Wayne Rooney (Everton), John Terry (Chelsea) og Kolo Toure (Arsenal).