Sterkur illgruni um herviliga fiskasjúku í Funningsfirði

Royndir eru sendar til Noregs og væntndi fæst eitt fyribils svar í morgin

 

sjúkuna í Funningsfirði


Laksasjúka



Nú er eisini illgruni um, at herviliga ILA fiskasjúkan, er komið í alibrúki í Funningsfirði.

Tað var mánadagin, at tey fingu illgruna um, at ILA var komið í alibrúki hjá Funningslaks í Funningsfirði.

Tað gekk strilti at fáa fatur á nøkrum, sum kundi siga nakað um málið. Men Ole Jürgens, djóralækni á Fiskasjúkutænastuni á Norðskála, leggur dent á, at enn kann onki sigast við vissu, antin talan er um ILA ella ikki í Funningsfirði, ella ikki.

Men av tí at illgruni hevur tikið seg upp, eru royndir tiknar av alifiski hjá Funningslaks, og tær eru sendar til Noregs til kanningar á eini starvsstovu í Oslo.

Endaligt svar er væntandi um nakrar dagar.

Verður úrslitið, at talan er um ILA, verða helst somu tiltøk sett í verk, sum tað vóru í Oyndafirði, tá ið ILA varð staðfest har fyri nakað síðani.

Tvs, at økið verður byrgt av, sjúkur fiskur verður dripin og fyribeindur. Síðani skal økið liggja í friði í eina tíð, áðrenn aling kann takast uppaftur.


Sterkur illgruni

Á miðdegi í gjár segði fiskadjóralæknin, Peter Østergaard, sum arbeiðir hjá landsdjóralæknanum, í einum tíðindaskrivi, at skúkueyðkennini, sum fiskurin hevði, gevur teimum ein sterkan illgruna um, at talan er um ILA.

?Vit funnu fisk við bleikum táknum, vætu í búkholuni og bløðingum í búkholuni.

Hann sigur, at tey væntaðu eitt fyribils svar frá rannsóknarstovuni í Noregi í morgin.

Men fyri at minka um smittuvandan, er gjørt at at royna at binda um heilan fingur, og tí eru tiltøk longu sett í verk ímóti alibrúkinum Funningslaks.

Tað ber m.a. í sær, at tað er bannað at flyta livandi ella deyðan fisk av alibrúkinum, uttan skriftligt loyvi frá Landsdjóralæknanum.

Samstundis leggur Peter Østergaard dent á, at tað ikki undir nøkrum umstøðum er loyvt at sigla á Funningsfirði. Øll sigling er sostatt bannað, uttan tann siglingin, ið hevur beinleiðis sambandi við sjálvt alibrúki, tvs, eftirlit, fóðring og sigling í samband við at taka deyðan fisk.

Bátar, sum longu eru á Funningsfirði, skulu venda sær til Landsdjóralæknan at gera avtalur um, hvussu farast skal fram.

Hann sigur eisini, at fiskurin í ringinum, har illgruni er um ILA, verður tikin og dripin. Í løtuni verður tað lagt til rættis, men ætlanin at at byrja longu í morgun.

Annars verður fylgt væl við gongdini og, hvørji onnur tiltøk verða framd, veldst um, hvussu gongdin verður.

Fyribils er ILA bara staðfest í tí eina ringinum.

Annars kannar landsdjóralæknin eisini møguleikar fyri at skipa okkurt, ella nøkur, av slátuvirkinum, sum eru, til eitt neyðsláturhús, so at fiskur kann verða førdur hagar at verða dripin, uttan at smittuvandi stendst av.