Steso ger nýggja fløgu

Steso er farin undir innspæling av nýggjari útgávu í samstarvi við amerikanska framleiðaran Oktopus, skrivar bólkurin á síni Facebooksíðu.

Steso er farin undir innspæling av nýggjari útgávu í samstarvi við amerikanska framleiðaran Oktopus, skrivar bólkurin á síni Facebooksíðu.

Steso er bólkur hjá Hergeiri Staksberg, og spælir dreymakendan melodiskan tónleik, og hevur verið eyðkendur av, at stór útskifting støðugt hevur verið í manningini.

Hergeir gjørdi veruliga vart við seg í tónleikahøpi, ið bólkunum Happy? og Makrel, men hevur seinastu árini verið oddamaður í Steso.

Útgávan Hákunargenta hjá Steso, var í stóran mun eitt nýbrot í føroyskum tónleiki. Tey hava síðan givið út 4 sangir á útgávuni Proper Fucked. Tað er í øllum førum spennandi, hvat Steso nú fer at bjóða lurtarum sínum. Tað gerst ikki minnið spennandi av, at mannignin er nýggj, dugnalig og hevur sera ymiska tónleikaliga bakgrund: 



Hergeir spælir sjálvur gittar og syngur
Unn Kragesteen er í stóran mun eitt óskrivað blað í tónleikahøpi, men syngur og spælir tangentar í Steso.

Trummarin Rani Christiansen er kendur úr bólkum sum MC-Hár, Diatribes, Eager to Please og Deiggj.


Bassleikaran Kristin Bech kenna vit úr Mold, men seinnu árini eisini úr kontribólkinum The Reverends.


Rúni Christiansen spælir gittar, samplingar og annað, Rúni er best kendur úr technobólkinum Side Effect.

Á Facebooksíðuni hjá Steso skrivar bólkurin soleiðis um útgávuna:

- Vit kunnu eisini avdúka, at talan verður um eina myrka og tunga útgávu, sum verður tað myrkasta, sum nakrantíð er komið frá Steso.

Bólkurin fegnast eisini um, at siga frá, at amerikanski framleiðarin Alap Momin ella Oktopus, ið hann rópar seg, hevur valt at framleiða útgávuna, hann fer somuleiðis at forrita beats til fløguna og ljóðblanda hana. Í føroyskum høpi minnast summi ivaleyst Oktopus frá samstarvinum við Orka.