Eitt av teimum heilt spennandi nýggju nøvnunum á Asfalt, Steso hevur meldað avboð. Hettar er nýggi bólkurin hjá Makrel bassleikaranum Hergeiri Stakksberg. Asfalt.fo boðar soleiði frá:
Tíverri hevur tónleikanavnið Steso givið avboð til Asfalt. Hetta merkir við atliti til skránna, at Rannvá Jacobsen fer so ístaðin upp á Tjóðpallin kl. 22:45 fríggjakvøldið, tá Steso skuldi verið - og ikki kl. 21:30 sama kvøld. Hetta merkir somuleiðis, at tað vera 46 tónleikanøvn tilsamans við á Asfalt heldur enn 47. Hesi eru tó enn mong í tali, meta vit, og vit harmast um, at Steso má geva avboð.