Steve Irwin leysur úr Hetlandi

Sea Shepherd hevur nú goldið »loysigjaldið« fyri at fáa skipið Steve Irwin leyst frá bretsku myndugleikunum í Hetlandi

Skipið hevur verið afturhildið í havnini í Lerwich í meira enn tvær vikur. Sea Shepherd varð álagt at gjalda 520.000 pund í trygd fyri at fáa skipið leyst, eftir at eitt felag á Malta hevði lagt endurgjaldskrav móti skipinum, sum er á veg til Føroya at stríðast móti grindadrápi.??
Paul Watson váttar fyri Sosialinum, at trygdin nú er goldin og at at skipið fer úr Lerwick í dag.? ?Felagið á Malta hevur kravt 760.000 evrur frá Sea Shepherd, eftir at Steve Irwin skaddi tunfiskaveiðu hjá einum skipi hjá felagnum í eini atsókn í fjør.??Eftir øllum at døma er Sea Shepherd felagsskapurin sloppin við at gjalda eina minni upphædd enn hana, sum upprunaliga varð kravd sum trygd.??Men Paul Watson er sambært BBC Scotland vísur í, at tey fáa peningin aftur frá bretsku myndugleikunum:
??- Hetta er bara enn ein roynd at gera okkum ónáðir. Vit hava lært at verja okkum móti slíkum gjøgnum árini, segði Paul Watson.