Steve Lukather og hinir í bólkinum Toto eru komnir til landið. Hóast konsertin við teimum á Summar Festivalinum ikki verður fyrr enn leygarkvøldið, so eru teir í góðari tíð.
– Eg var her fyri 21 árum síðani, og her var fantastiskt at spæla og at vera, og eg gleði meg til nú at uppliva landið aftur, sigur Steve Lukather í stuttari viðmerking til in.fo
Hann heldur, at tað ger einki, um tað regnar.
– Eg havi flogið kring allan heimin í ár, og tað regnar í allari verðini, sigur hann smílandi.
– Men eg vóni tó, at veðurfrøðingarnir hava rætt, og at tað verður turt og gott verður leygarkvøldið. Eg lovi tykkum, at tit skulu fáa eina góða konsert, og eg skal garantera tykkum, at vit spæla akkurát líka væl, sum fyri 21 árum síðani, sigur hann.
Símun Gullaksen í Klaksvík, sum sæst saman við Steve Lukather á myndini, er ferðaleiðari hjá teimum í Toto á ferðini.