Stevið fór saman við Bárði

Samgongufelagarnir hjá Sambandsflokkinum søgdu aftur og aftur í kvøld, at tað var, tá ið Magni Laksáfoss loysti Bárð Nielsen av, at samgongustevið fór at bila Løgtingsvalið skuldi verið útskrivað, tá ið fiskidagarnir vóru samtyktir stutt eftir Ólavsøku.

Hetta tóku fleiri av fólkafloksmonnunum og javnaðarmonnunum uppaftur og uppaftur undir harðliga orðaskiftinum í Løgtinginum í kvøld.

Teir søgdu seg týðuliga hava staðfest, at tað var, eftir at Bárður Nielsen var farin frá sum fíggjarmálaráðharri, at stevið millum ein part av Sambandsflokkinum og restina av samgonguni fór at bila.

- Politikkur og samstarv byggir á álit. Álitið reyk, tí fíggjarmálaráðharrin stuðlaður av tveimum floksfeløgum, fór at profilera seg og setti samgonguna afturum.

Eftir at Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, hevði boðað frá, at Sambandsflokkurin orsaka av politisku støðuni ikki kundi taka undir við uppskotinum um at stytta freistina at útskriva val úr seks og niður í fýra vikur, luttóku sambandstingmenninir ikki í orðaskiftinum, sum serliga tingmenn í Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum hildu uppi.