Heimasíðan hjá Roskilde Festivalinum steðgaði upp fyri løtu síðan, tá seinastu nøvnini vóru kunngjørd. Men í videobrotinum omanfyri síggjast flestu nøvnini.
Tað var longu greitt, at The Rolling Stones spæla á ársins festivali, men í dag gjørdist greitt, at eisini ein onnur gomul legenda Stevie Wonder spælir.
Harumframt teljast nøvn sum Blur oddamaðurin Damon Albarn, Drake, Outkast, Deftones, Phil Anselmo, Manu Chao, Arctic Monkeys, Interpol, Rob Zombie, Psyched up Janis, Carcass, Skambankt, Lykke Li, Major Lazer, Trentemøller, Kasabian, Mogwai og nógv onnur, millum nøvnini á skránni.
Á hvørjum ári vitja fleiri hundrað føroyingar festivalin í Roskilde, og gjøgnum árini hava nøvn sum Teitur, Boys in a Band, Clickhaze, Høgni Lisberg og 200 spælt á festivalinum ella upphitingarpallinum á festivalinum. Í ár er longu greitt, at føroyski Brynjolfur er á skránni, men tá heimasíðan hjá festivalinum enn er uppsteðgað, ber ikki til at siga, um hetta er einast føroyska navnið á skránni.