Stevna Cessna

70 avvarðandi hjá teimum, sum doyðu í flogvanlukkuni í Linate-floghavnini í Milano fyri tveimum árum síðani, hava nú stevnt amerikonsku flogverksmiðjuni Cessna eftir endurgjaldi.

Vanlukka, sum kravdi 118 mannalív, hendi, tá eitt flogfar hjá SAS og eitt týskt Cessna-flogfar stoyttu saman á flogbreytini. Í stevningini stendur, at flogskipararnir hjá Cessna, sum vóru í ferð við at vísa einum áhugaðum keypara flogfarið, høvdu ikki fingið ta neyðugu venjingina at flúgva í so vánaligum sýni sum vanlukkudagin. Tey vísa eisini á, at flogskipararnir á Cessna-flogfarinum gjørdu ikki eftir boðunum frá eftirlitstorninum um at nýta eina aðra breyt.

Italsku myndugleikarnir hava avdúkað, at radaraskipanin í Linate-floghacnini stóð ikki frá, tá vanlukkan hendi, tí ein nýggj skipan skuldi takast í nýtslu. Sambært italsku myndugleikunum fekk flogskiparin á Cessna-flogfarinum boð um at skifta breyt, men hann varð ikki biðin um at vátta, at hann hevði fingið boðini. Tí er ikki greitt, hvat saksøkjararnir kunnu fáa burtur úr endurgjaldskravinum ímóti Cessna-verksmiðjuni.