KPMG, sum var grannskoðari hjá IT-Factory, er nú stevnt eftir 987 milliónum. Kravið er reist av Boris Frederiksen, sum er kurator í trotabúnum, og er hetta reist, tí tað verður ikki mett, at grannskoðarin hevur gjørt sítt arbeiði til lítar.
Og heldur ikki sleppa nevndarlimirnir undan ábyrgd, veit danska EPN at siga. Soleiðis skulu Asger Jensby, nevndarformaður, og Henning Børgesen, nevndarlimur, gjalda 30 milliónir í endurgjaldi, um Boris Frederiksen fær sín vilja.