Tað gerst alt meiri vanligt í Danmark, at fólk leggja sak ímóti statinum, skrivar Jyllandsposturin.
Í flestu førum eru tað fólk, sum eru misnøgd við avgerðir hjá tí almenna. Serliga avgerðir í almannamálum hava fólk ilt við at góðtaka, um tær ganga teimum ímóti, og alt fleiri og fleiri velja at stevna statinum fyri at fáa dómsvaldið at ganga teimum á møti. Í fleiri førum er tað eisini hent, at Hægstirættur hevur broytt avgerðir hjá teimum almennu kærumyndugleikunum á almannaøkinum.
At fólk stevna statinum kostar tí almenna nógv arbeiði og nógvar pengar. Sambært Jyllandspostinum nýtti kamaradvokaturin 52 milliónir krónur til slík mál í 1995, men í 2002 vóru útreiðslurnar 122 milliónmir krónur. Í almannamálaráðnum siga tey tað sama. Har arbeiða tjúgu fólk burturav við kærum frá borgarum.