Stevna um landbúnað

Um vikuskiftið er spennandi landbúnaðarráðstevna í Ósaskúlanum í Klaksvík. Tað er Símun Gullaksen, fríyrkis bóndi, sum skipar fyri stevnuni.

Um vikuskiftið er spennandi landbúnaðarráðstevna í Ósaskúlanum í Klaksvík. Tað er Símun Gullaksen, fríyrkis bóndi, sum skipar fyri stevnuni.

 

Á ráðstevnuni verður serligur dentur lagdur á ætlanir um einskiljing av landsjørðini og um seyðahald, ferðavinnu og annars tað sum er tengt at landbúnaðinum í Føroyum, verður greitt frá á heimasíðuni.

 

Stevnan setur landbúnaðin í fokus, og áhugin fyri landbúnaði í millum føroyingar er stórur - serliga fyri seyðahaldi, greiðir Símun Gullaksen frá. Á stevnuni verður upplagt kjak um hvørki tað er gott ella ringt at einskilja landsjørðina, og um hetta hevur við sær eina eyka byrðu á búnaðin,við rentugjaldi, sum ikki hevur nógvar pengar av byrjani tíð. Sum nú er er stórur partur av jørðini í Føroyum oganarjørð, og hin parturin kongsjørð.

 

Til endans á ráðstevnuni verður ein pallborðsfundur við luttakarum frá øllum politisku flokkunum. Eisini er møguligt hjá luttakarum at seta spurningar til politikararnar.

 

Hetta er annað árið at ein slík stevna verður hildin. Í fjør var stevnan sera væl eydnað, og tí avgjørdu stigtakararnir at gera stevnuna til eitt afturvendandi tiltak fyri fólk við áhuga fyri landbúnaði. 

 

Myndir: Dávur Winther