Stevna við somu kós móti fullveldinum

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, staðfestir, at landsstýrið stendur øksl móti øksl í fullveldismálinum, hóast røddir í Fólkaflokkinum boða nakað annað

Tað verður eitt samt landsstýri, sum 26. oktober fer til Danmarkar at samráðast við donsku stjórnina um føroyskt fullveldi eftir sama leisti, sum á undanfarnu samráðingarfundunum.

Hetta staðfestir Høgni Hoydal í sambandi við, at føroysku fjølmiðlarnir seinastu tíðina hava víst á, at partar av Fólkaflokkinum ynskja at leggja kósina í fullveldismálinum um, fyri at røkka endaliga málinum.

Tað eru tríggir av fremstu persónunum í Fólkaflokkinum, sum alment hava víst á, at teir ynskja, at landsstýrið á komandi samráðingarfundi fer at leggja eitt upplegg fyri donsku stjórnina, ið hevur møguleika fyri at fáa undirtøku, bæði frá donsku stórnini og frá einum parti av føroysku andstøðuni.

Formaðurin í Fólkaflokkinum, Óli Breckman, heldur, at landsstýrið hevur verið einaferð ov ofta til samráðingar við upprunaliga uppskotinum. Hann heldur, at landsstýrið nú má broyta kós, soleiðis at møguleiki verður fyri eini loysn á málinum, ið fær breiða undirtøku. Hetta sama halda landsstýrismenn Fólkafloksins, Jørgen Niclasen og Bjarni Djurholm.


Partapolitikkur

Men hetta kjakið vil Høgni Hoydal als ikki leggja seg út í.

? Eg fari ikki at gera viðmerkingar til, hvat hendir í Fólkaflokkinum. Fólkaflokkurin má gera sína egnu støðu upp. Landsstýrið heldur fast um allar tær samtyktir og alt annað, ið er gjørt í fullveldismálinum, ger Høgni Hoydal greitt.

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum vísir somuleiðis á, at tað er løgmaður, ið er samráðingarleiðari, og tað er Høgni Hoydal, ið hevur ábyrgdina av at fyrireika samráðingarnar sum landsstýrismaður í sjálvstýrismálum. Tí heldur Høgni Hoydal tað vera óneyðugt at gera viðmerkingar til, hvat aðrir, ið ikki hava nakra ábyrgd í málinum, halda um gongdina.

? Eg kann ikki fara at gera viðmerkingar til, hvat landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum halda um fullveldismálið, sigur Høgni Hoydal.

Men landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eru kortini stórur partur av samgonguni, og tí kundi hugsast, at hesir sleppa at hava sína avirkan á fullveldismálið.

Hetta hevur Høgni Hoydal tó onga beinleiðis viðmerking til.

? Tað skal eingin ivi vera um, at landsstýrið fer øksl móti øksl til Danmarkar at samráðast. Tað er jú púra alneyðugt, at vit ikki geva mótpartinum ábendingar um, at vit eru ósamdir innanhýsis. Tað er jú tað ringasta, vit kunnu gera í eini samráðingarstøðu, sigur Høgni Hoydal.

Høgni Hoydal sigur seg onga løtu ivast í, at løgmaður hevur stýr á, hvat gongur fyri seg í Fólkaflokkinum. Tí løgmaður hevur higartil verið púra greiður í sínum útsagnum um fullveldismálið.


Øksl móti øksl

Høgni Hoydal heldur tað vera sera umráðandi, at landsstýrið stendur øksl móti øksl í fullveldismálinum, og hann er eisini sannførdur um, at hetta er veruleikin.

Men tað eru kortini tveir landsstýrismenn, ið standa fast við, at teir ynskja at leggja kósina í fullveldismálinum um, fyri yvirhøvur at náa málinum. Tí spyrja vit Høgna Hoydal, um tað ber til at halda fram at siga, at landsstýrið stendur øksl móti øksl í fullveldismálinum.

? Eg vil ikki gera nakrar íøkiligar viðmerkingar til tað, sum hevur verið í fjølmiðlunum um hatta. Eg kann bara siga, at tað er ómetaliga týdningarmikið, at øll eru ábyrgdarfull, og at fólk eru greið um, at tað í hesum týdningarmikla máli, er ógvuliga týdningarmikið, at vit eru greið í okkara útmeldingum og halda fast við gjørdar samtyktir, sigur Høgni Hoydal.

Høgni Hoydal er sannførdur um, at tað higartil er rætt farið fram í fullveldismálinum, og hann er sannførdur um, at tað verður eitt samt landsstýri, ið fer til samráðingar 26. oktober.


Standa fast við avtalurnar

Óli Breckmann, formaður í Fólkaflokkinum, hevur tosað um at gera eina avtalu við donsku stjórnina, ið inniber, at vit fáa fullveldi einaferð í framtíðini. Men hetta er ikki nakað, Høgni Hoydal kann taka undir við.

? Vit skulu ikki fara at spekuler í nøkrum, uttan at halda okkum til tær samtyktir og tað grundarlag, vit hava at arbeiða eftir. Og eg ivist onga løtu í, at eingin flokkur ella persónur í samgonguni fer at víkja frá hesum, ger Høgni Hoydal greitt.

Høgni Hoydal harmast annars um, at føroysku fjølmiðlarnir nú eru farnir at gera fullveldismálið til ein samráðingarspurning millum flokkar í Føroyum.