Klaksvík:
Í allarfagrasta summarveðri fóru manningarnar skúmandi inn eftir vágni, meðan mong fólk stóðu á keiunum báðu megin og hugdu at. Eisini mundu tað vera mong, sum hugdu at kappróðrinum út gjøgnum vindeyguni hetta kvøldið.
Fyrst róðu seksmannaførini við monnum. Hetlendingarnir høvdu tvær mannfólkamanningar, so nakrir av manningini á Klaksvíkingi róðu fyrst við Páll Fanga, so at báðar manningarnar hjá Aith kundu fáa høvi til at rógva.
Páll Fangi við Klaksvíkingamanningini vann tann fyrsta róðurin, meðan tann hetlendska manningin vann á Páll Fanga monnunum, sum róðu beint aftan á hinar.
Síðani róðu kvinnurnar á seksmannaførunum og vunnu Klaksvíkskvinnurnar hendan róðurin. Seksmannafarið hjá hetlendingunum eitur Rippek. Hann líkist ikki serliga nógv einum føroyskum seksmannafari.
At enda róðu so tíggjumannaførini. Tann nýggi Klaksvíkingur móti tí gamla, sum í dag ber navnið Svartbakur. Klaksvíkingur vann hendan róðurin.
Nógvir bátar stimaðu aftan á bátunum, meðan teir róðu kapp. Sjálvt skúlaskipið Dragin sigldi aftur og fram millum róðrarnar. Hetta gav eitt gott høvi til at fylgja øllum róðrunum.
Tað var, sum sagt, heilt fitt av fólki savnað til at hyggja eftir kappróðrinum, og onkur helt skemtandi fyri, at Klaksvíkar Róðrarfelag átti at kravt inn, tí so høvdu tey fingið meira pengar inn enn á Norðoyastevnu í ár. Tí, sum fólk flest minnast, so var veðrið Norðoyastevnuaftan í ár út av lagi vánaligt við nógvum vindi og regni.
Eftir kappróðurin savnaðust rógvararnir og onnur til eina lítla hugnaløtu í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag til eitt kappróðrarprát.
Vónin hjá báðum feløgunum er, at tað kann fara at verða samband millum tey, so limirnir kanska kunnu vitja hvønn annan í framtíðini.