EB/Streymur syrgdi í kvøld fyri, at stevnufólkið í Sundalagnum er í góðum hýri, nú tey fara at lurta eftir midnáttarrøðuni hjá Tórbirni Jacobsen.
Tá ið hálvur tími var farin av heimadystinum í Streymnesi ímóti KÍ, var støðan 2-0. Bæði málini vórðu skorað eftir innlegg úr vinstru.
Í fyrra førinum var tað Arnbjørn Hansen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið, og í seinna førinum var tað John Heri Dam, sum úr heilt spískum smekkaði til. Meinhardt Joensen hálvbjargaði, men bólturin fór í stólpan og so í málið.
KÍ var ógvuliga lítið sannførandi í 1. hálvleiki. Eftir steðgin kom meiri tyngd í hjá klaksvíkingum, sum spældu seg til fleiri góðar møguleikar. Serliga eftir uppspæl í vinstru og innlegg.
Tað gekk illa hjá KÍ at fáa úrtøku. Tá ið tað restaðu tveir minuttir, eydnaðist tað innskifta Leon Bjartalíð at fáa mál. Eftir frísparksinnlegg úr vinstru og nakrar ferðir aftur og fram sendi hann bóltin í málið aftanfyri annars væl upplagda René Tórgarð.