Summarið er byrjað og næstan hvørt vikuskiftið verður summarstevna hildin onkunstaðni í landinum. Á stevnunum verður nógv gjørt burturúr, fyri at fáa so nógvir stevnugestir sum møguligt, men spurningurin er, um tilboðini fyri børnini ikki bert fyri at vinna áhugafeløgum pening, og ikki fyri at fyri í orðsins rætta týdningi at hugna um fyri børnini.
Eyðgunn Samuelsen setti fyrsu summarstevnuna í ár, Norðoyastevnuna. Í setanarrøðu síni kom hon inn á júst hendan spurningin. Vit hava biðið hana grundgeva nærri fyri hesum sjónarmiðið.
Pakki úr Danmark
Vanliga tilboðið fyri børn á eini summarstevnu er tivoli. Men spurningurin er, um hetta í veruleikanum er nakað tilboð, tí tað tivoli inniber er, at børn skulu standa og brúka 200 krónur eftir einari lítlari løtu fyri at sleppa at lata nakrar løkur upp ella at rulla nakrar seðlar upp. Hetta er ikki serliga mennandi fyri børnini, heldur Eyðgunn Samuelsen.
Orsøkina til, at tilboðini eru so mikið vánalig fyri børnini á stevnunum heldur Eyðgunn vera, at ítróttarfeløgunum vantar pening, og skjótasta og lættasta loysnin er at bíleggja nakrar eskjur av tombolaseðlum og vinningar úr Danmark, og síðani halda tivoli á stevnunum.
Eg veit væl, at ítróttarfeløgunum vantar pening, og eg haldi eisini at tað verður gjørt eitt megnar sjálvboðið arbeiðið av fólki, ið eru limir í teimum ymisku ítróttarfeløgunum, tá summarstevnur eru. Eisini veit eg, at summarstevnurnar verða hildnar fyri at ítróttarfeøg kunnu vinna sær eitt sindur av peningi, men tað, eg vildi vísa á í røðu mínari var, at hugflogið vantar, tá hugsað verður um, hvørji tilboð ítróttarfeløgini kunnu bjóða børnum og foreldrum teirra á summarstevnunum.
Mennandi tilboð
Eg eri sannførd um, at slík tilboð sum djóradagurin í Havn, ið varð hildin í Havnadali sama vikuskifti sum vit hildu norðoyastevnu var eitt tilboð, ið var mennandi fyri børnini, og sum eisini gav eitt sindur í Kassan hjá fyriskiparunum. Her rindaðu børnini fyri at sleppa inn á økið, har djóraframsýningin varð hildin, og síðani kundu tey vera har so leingi teimum lysti. Tey sluppu at hava eina hugaliga løtu, ið innibar annað enn at standa og rulla tombolaseðlar upp fyri einar 200 krónur í minnni enn ein hálvan tíma.
Eyðgunn vísir eisini á, at tá Klaksvíkin hevur hildið føðingardag, hava skótarnir skipað fyri spæliplássi fyri børnini, og hetta hevur verið sera væl eydnað.
Foreldrini rindaðu eitt ávíst gjald fyri at børnini skuldu sleppa inn á spæliplássið, og so kundu tey hugna sær har, so leingi tey vildu.
Tað, eg og helst mangar mammur við mær eftirlýsa er, at skipað verður fyri onkrum, ið meira líkist einum tiltaki í einum donskum »Sommerland«. Til dømis kundu børnini sloppið ein rógvitúr saman við vaksnum fyri eitt ávíst gjald í ein hálvan tíma. Hetta er í hvussu so er nakað ið børnini tíma, og sum samstundis er mennandi fyri tey. Og so er hetta heldur ikki serliga kostnaðarmikið fyri fyriskipararnar, heldur Eyðgunn Samuelsen.
ítrótturin skapar felagsskap
Hóast Eyðgunn Samuelsen vísir á, at ítróttarfeløgini hugsa ov nógv um lættasta háttin at vinna sær pening á summarstevnunum, heldur hon tó, at júst tey eru ein mennandi táttur í samfelagi okkara.
Føroyski ítrótturin er mestsum allur liðítróttur. Á summarstevnunum hava vit til dømis kappróður og fótbólt, ið bæði eru liðítróttur. Hetta, haldi eg, skapar felagskap fyri lívið.
Ungdómurin lærir gjøgnum liðítróttin, hvussu neyðugt tað er at virka saman sum ein eind, og hevur hetta sera stóran týdning. Tí er tað ógvuliga umráðandi at skapa ítróttinum so góðar sømdir sum møguligt. Og tá ítrótturin ikki fær pening á annan hátt, enn við sjálvi at skipa fyri tiltøkum, skilji eg væl hatta við tivoliunum á summarstevnunum, men ynski tó enn einaferð at vísa á, at eg tó haldi, at tað ber til at vinna pening við tiltøkum, ið eru eitt sindur meira spennandi enn tivoli.
At enda vísir Eyðgunn á, at rákið í samfelagnum í løtuni er óguliga individualistiskt. Í staðin fyri at ganga til liðítrótt ella at standa saman sum ein eind um at skapa nakað, eru tað nógv ung, sum í staðin nýta tíðina til at kjatta frammanfyri telduskíggjan. Hon vísir á, at hóast ein á hendan hátt kemur í samband við nógv fólk, er talan um ein ógvuliga individualistiskan hátt fyri samskifti.