Steypabragdið hjá Suðringum í Sarpugerði (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu Suðringar varpaðu Víking úr steypakappingini. Og hoyr Salmund Bech seta orð á sigurin

Suðringar eru partur av hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið, ið verða leiktar 30. mai og 13. juni.

 

Suðringar vunnu 2-0 á Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu. Jóannes Hansen tók soleiðis samanum dystin á in.fo fyrr í dag: "Suðringar vildu tað heilt øðrvísi. Í fyrsta umfari varpaðu Suðringar KÍ úr kappingini, og í dag hava Suðringar vunnið 2-0 ímóti Víkingi í Sarpugerði.

Serliga eftir steðgin vístu Suðringar fínt fótbóltsspæl, og tað eydnaðist at vinna úrtøku ikki minni enn tvær ferðir.

Stefan Radosavljevic skoraði fyrra málið, tá ið hann lyfti bóltin uppum Elias Ramussen í Víkinga málinum, og fram ímóti dystarenda var tað innskifti Teitur Krosslá Mortensen, sum eftir Víkinga horna og skjótt mótálop setti bóltin millum beinini á Víkinga málverjanum. 

At Suðringar hava tryggjað sær pláss í hálvfinaluni er søguligt. Hetta er fyrsta ferðin, at Suðringar hava tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið."

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

 

1) Hoyr frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen á Rás2 av báðum málunum hjá Suðringum, ið tryggjaðu Suðringum minniliga sigurin.



2) Hoyr Salmund Bech hjá Suðringum í samrøðu við Hilmar Jan Hansen seta orð á sigurin. 

 

 

Salmundur Bech er ivaleysur í, at Suðringar høvdu sigurin uppibornan. Hann heldur, at Suðringar vóru betra liðið størsta partin av dystinum. Salmundur Bech greiðir frá, at tað ráddi um hjá Suðringum ikki at fella í leikferð og orku, og tað eydnaðist til fulnar.

 

 

Salmundur Bech er sera fegin um stuðulin teir fingu gjøgnum allan dystin, og rópini "Suðringar, Suðringar" ljómaðu kring vøllin.

 

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Maurice Ross hoyrist HER