Steypadansur í Sørvági

STUÐULSDANSUR
Tíðindaskriv

Komandi leygardag spæla tvey vágalið steypafinalu á Hálsi í Havn. Kl. 14.00 spæla Dráttur og TB og kl. 16.00 SÍ og ÍF. Bussar fara úr Sørvági og Miðvági kl. 13.00 til dystirnar. Tilmelding á tlf. 333009 í Miðvági ella 226168 og 333248 í Sørvági.
Í samband við steypavikuskifti skipa SÍ-stuðlar fyri dansi í Sørvágs Bio. Til dansin spæla Villmenn. Villmenn hava verið í studio og gongst eftir ætlan liggur nýggja fløgan í sølubúðunum um páskirnar. Tónleikurin á fløguni er í kenda Holgar stílinum, blandaður frá contry til harðari rock.
Fløgan er upptikin og verður framleidd í BG-studio v/Bjarna Góðadal. BG studio er nýtt studio við heimstaði í Sørvági. Hetta er fyrsta fløguútgávan frá BG-studio. Onnur fløgan á skránni er ein felagsútgáva við tónleikarum úr Sørvági. Gongst eftir ætlan kemur hendan fløgan út á Vestanstevnu.
Til dansin leygarkvøldið fara Villmenn at spæla lættari dansitónleik og løg frá nýggju fløguni.