Steypafinalan: Bestu skjúttarnir hittast

Stjørnan og Tjaldur hava aftur í vetur kappast um oddasessin hjá kvinnum. Hesaferð við Neistanum, sum triðja kappingarneytanum. Nú skulu Stjørnan og Tjaldur spæla næstu finaluna teirra millum. Svein Rógvi Ljósstein er venjari hjá Stjørnuni.

 

- Hetta er ein finala, sum kann fara báðar vegir, tí hetta eru tvey góð lið, sum hava teir bestu skjúttarnar í landinum. Tí verður avgerandi, hvat av liðunum dugir betur at verja, sigur Svein Rógvi Ljósstein.

 

Trygvi Mortensen, venjari hjá Tjaldri, tekur undir.

 

- At verja er góð og málverjin stendur væl, kann fáa nógv at siga í steypafinaluni, sigur Trygvi Mortensen.

 

Steypafinalan millum Stjørnan og Tjaldur byrjar klokkan 13.30.