Aftaná ta triðju FM-finaluna fekk reportarin hjá Ràs2, Hilmar Jan Hansen orðið á fleiri av neistakvinnunum, sum ovurfegnar greiddu frá sínari gleði at vinna føroyameistaraheitið í fremstu kvinnudeildini ,kappingarárið 2012/2013.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra prátini Hilmar Jan Hansen gjørdi á Ràs2. Fremst í ljóðbrotinum ber til at hoyra ta seinastu løtuna av tí triðju FM-finaluni, sum Hilmar Jan Hansen segði frá. Claus Rasmussen varð viðmerkjari.