Hondbóltssambandið hevur í dag kunngjørt nær hálvfinalurnar í hondbólti verða spældar. Fyrru hálvfinalurnar hjá kvinnum verða spældar mikukvøldið, og seinnu hálvfinalurnar verða spældir leygardagin.
Fyrru hálvfinalurnar hjá monnum verða spældar hóskvøldið, og seinnu hálvfinalurnar verða spældir sunnudagin. Tað er somu hálvfinalur hjá kvinnum, sum hjá monnum. Kyndil móti VÍF og Neistin móti H71.
##med2##
Skrá:
Mikudagin – fyrru hálvfinalur hjá kvinnum:
Kyndil – VÍF (18.00) Høllin á Hálsi
Dómarar: Jákup Símun Simonsen & Gunnar Djurhuus
H71 – Neistin (20.00) Hoyvíkshøllin
Dómarar: Daniel Rapa & Jákup Sverri Kass
Hósdagin – fyrru hálvfinalurnar hjá monnum:
Neistin – H71 (20.00) Høllin á Hálsi
Dómarar: Bárður Brimvík & Jógvan Skeel Nolsøe
VÍF – Kyndil (20.00) Høllin í Vestmanna
Dómarar: Hannis Wardum & Heri Petersen
Leygardagin – seinnu hálvfinalurnar hjá kvinnum:
VÍF – Kyndil (18.00) Høllin í Vestmanna
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen
Neistin – H71 (18.00) Høllin á Hálsi
Dómarar: Bárður Brimvík & Jógvan Skeel Nolsøe
Sunnudagin – seinnu hálvfinalurnar hjá monnum:
H71 – Neistin (16.00) Hoyvíkshøllin
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen
Kyndil – VÍF (16.00) Høllin á Hálsi
Dómarar: Bárður Brimvík & Jógvan Skeel Nolsøe