Steypakapping í estetiskur fimleiki um vikuskiftið.

Hetta er fyrsta kappingin í ár, og fyrstu ferð at kappast verður í 5 bólkum. Pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur.

Leygardagin kappast 5 lið í pinkum, frá Havnar Fimleikafelag A og B, Støkk A og B og Flog. 4 lið við gentum frá Havnar Fimleikafelag A og B, Støkk og Flog, og 1 kvinnulið frá Havnar Fimleikafelag

Sunnudagin kappast 4 lið við smágentum frá Ljósinum, Havnar Fimleikafelag A og B og Støkk. 3 lið við kvinnuunglingum frá Ljósinum, Havnar Fimleikafelag og Støkk

Ein steypakapping verður aftur í mars mánað í Ítróttarhøllini á Hálsi, .

Heiðursmerkir verða givin fyri 1.- 2. og 3. pláss til báðar kappingarnar, meðan steypið verður givið til ognar fyri besta samanlagda úrslitið í báðum kappingum.

Umframt hesar kappingar verður B-kapping í Ítróttarhøllini á Kambsdali í apríl fyri tey feløg, sum hava meiri enn eitt lið í hvørjum bólki, men er bara eitt B-lið so verður hetta liðið at kappast í FM kappingini sum verður í mai.

Tað eru serliga feløgini sum ynskja fleiri kappingar, og hesum roynir Føroya Fimleikasamband at ganga teimum á møti við, umframt at skipa fyri fleiri skeiðum fyri venjarar og lið, og eisini fyri dómarum.

Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer fram, tí tað frættist, at fleiri hava keypt sær seriu uttanlands. Vanligt er at nógv koma at hyggja, og fyrireikararnir vóna at tað eisini verður soleiðis hesaferð.

Kostnaðurin verður 80, kr fyri vaksin og 10, kr fyri børn.