Steypakapping í estetiskum fimleiki

Leygardagin verður onnur steypakappingin í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík.

Leygardagin 18. apríl - sum er leygardagin komandi - verður onnur steypakappingin í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík.

 

Bólkarnir verða pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur, og hesaferð hava 23 lið meldað til luttøku. 

 

Feløgini, sum hava teknað luttøku, eru Flog (1 lið), Støkk (7 lið), Ljósið (6 lið) og HF (9 lið).

 

- Kappingin byrjar klokkan 12 við pinkum og smágentum. Eftir heiðursmerkjahandan umleið klokkan 14.30 byrjar kappingin hjá gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.

 

Fimleikasamband Føroya vísir á, at úrslitið frá fyrru steypakapping verður lagt saman við úrslitinum frá kappingini, sum verður leygardagin og liðið, sum fær besta samanlagda úrslit, gerst steypavinnari.

 

- Spennandi verður at síggja, hvussu liðini fara at klára seg, verður lagt aftat.