Í dag er sannur fimleikarómur í Høllini á Hálsi í Havn, har gentur í øllum aldri kappast í fyrru steypakappingini í estetiskum fimleiki.
Kappingin fyri tær smærru – pinkur og smágentur, byrjaði klokkan 13. Klokkan 16 verða tað so gentur, kvinnuunglingar og kvinnur, ið kappast.
Tað eru lið úr hesum feløgum, sum kappast:
Havnar Fimleikafelag 10 lið
Støkk 7 lið
Ljósið 6 lið
Flog 3 lið
Heiðursmerkjahandan verður eftir hvørja av sýningunum.