Steypakappingarnar vera eftir mánaðarskiftið

Í hesum døgum biður FSF feløgini um av nýggjum at boða frá luttøku til steypakappingarnar, sum verkfallið í vár var orsøk til ikki vórðu spældar sambært upprunaligu ætlanini

STEYPAKAPPINGAR

Í hesum døgum heitir FSF á fótbóltsfeløgini um av nýggjum at boða frá, um tey ætla at luttaka í steypakappingunum í yngru deildunum. Heitt verður á feløgini um at geva FSF skrivstovuni boð í seinasta lagið mikudagin í komandi viku.
? Tá vit hava fingið fráboðanirnar frá feløgunum, fara vit at leggja kappingarnar til rættis. Ætlanin er at fáa tær spældar tvey tey fyrstu vikuskiftini í oktober, sigur Karl Vidtfeldt, sum er formaður í kappingarnevndini hjá FSF og kappingarstjóri hjá yngru deildunum.
Bara tríggjar steypakappingar eru avgreiddar í ár. NSÍ hevur vunnið løgmanssteypið, KÍ hevur vunnið kvinnukappingina, og unglingarnir hjá HB hava vunnið sína steypakapping.
? Vit halda, at tað er neyðugt at biðja um nýggjar tilmeldingar, tí nú er so langt útliðið, síðani tilmeldingin til hetta kappingarárið varð gjørd, at tað kann hugsast, at grundarlagið undir liðunum er broytt nógv onkra staðni. Tey feløgini, sum hava fregnast um ætlanirnar í sambandi við steypakappingarnar hjá teimum yngru, hava fingið at vita um ætlanirnar, og tey hava tikið væl undir við teimum, sigur Karl Vidtfeldt.
Í FSF hava teir hugsað sær, at steypakappingarnar hjá gentum 14-17 ár og smágentum og hjá dreingjunum og smádreingjunum verða skipaðar sum vikuskiftiskappingar, tá landskappingin verður liðug.

Verkfallið spældi eitt puss
Sambært skipanini so skuldu steypakappingarnar havt verið spældar nógv fyrr, og finalurnar skuldu havt verið undan summarsteðginum. Formaðurin í kappingarnevndini hevur hesa frágreiðingina um, at kappingarnar ikki eru spældar:
? Fótbólturin varð raktur av verkfalli tíðliga í ár. Tað hevði við sær, at vit vóru noyddir at umleggja, og tá raðfestu vit landskappingina fremst. Harafturat kom so, at tað hava verið trupulleikar við bussflutninginum, síðani broytingar í viðurskiftunum hjá bussánarunum vóru frá 1. mai. Tíverri er hetta framvegis ikki komið heilt í rættlag, sjálvt um vit halda, at tað er púra greitt, hvussu flutningurin eigur at vera skipaður. Verkfallið og fleiri avlýsingar høvdu við sær, at okkum restaði tíð til landskappingina, og tí útsettu vit steypakappingarnar.
Karl Vidtfeldt sigur seg vóna, at feløgini fara at taka væl undir við vikuskiftiskappingunum, sum partvís eru ein neyðloysn. Men hann vísir samstundis á, at tað undanfarnu árini ofta hevur verið so sum so við steypakappingunum.
? Ofta stendur á dómaraseðlinum, at dysturin ikki varð spældur, tí annað liðið ikki møtti. Tíðliga á árinum eru øll feløgini ikki til reiðar at spæla tað, sum teimum verður álagt. Nú fáa vit at síggja, um fleiri dystir fara at verða avgreiddir í ár, nú kappingarnar verða seinni, enn tær plaga at vera, sigur Karl Vidtfeldt.