Nú hondbóltsárið er farið at halla, er tíðin komin, har Føroyameistarar og steypavinnarar skulu finnast í ymsu deildunum.
Steypakappingin hjá yngru deildunum hevur verið skipað á tann hátt, at fleiri kappingar hava verið ígjøgnum árið. Í hesum kappingum hava liðini fingið tillutað stig, alt eftir, hvørja endastøðu tey hava fingið í kappingini. Í finaluumfarinum, sum nú varð leikt í Havn, luttóku so tey fýra liðini, sum gjøgnum árið høvdu fingið flestu stigini.
Her varð leikt eftir sonevndu cup-skipanini, soleiðis at tvær hálvfinalur vórðu leiktar, áðrenn endað varð dystinum um bronsumerkini og sjálvandi finaluni.
Gentur 12 ár
Her eydnaðist tað liðinum hjá Neistanum at vinna kappingina, eftir at tær í finaludystinum vunnu 14-5 á Stíf. Í hálvfinalunum vunnu tey á ávíkavíst Kyndil og VÍF, sum sostatt hittust í dystinum um triðja plássið, har tað eydnaðist VÍF at vinna 5-3.
Dreingir 12 ár
Her stóðu hálvfinalurnar millum ávíkavist Neistan-StÍF og H71-Kyndil. Úrslitini lagaðu seg soleiðis, at Neistin og Kyndil komu í finaluna, og her gjørdist talan um ein sera spennandi dyst. Tá upprunaligi dysturin varð leiktur, stóð á jøvnum 6-6, men aftan á umdyst eydnaðist tað Kyndli at tryggja sær sigurin. Í dystinum um triðja plássið vunnu hoyvíkingar 9-6 á strandingum.
Gentur 14 ár
Her vóru liðini í finalubólkinum Neistin, StÍF, VÍF og Kyndil. Meðan Neistin vann trygt í síni hálvfinalu, skuldi umdystur til, áðrenn tað eydnaðist Kyndli at basa VÍF í síni hálvfinalu. Í finaludystinum vann Neistin aftur trygt á Kyndli, meðan tað var sera javnt í bronsudystinum, har tað loksins eydnaðist VÍF at vinna 7-6 á StÍF.
Dreingir 14 ár
Í fyrru hálvfinaluni í hesum bólkinum vunnu Strandingar 7-5 á Neistanum, eftir at tað hevði staðið á jøvnum 4-4, tá upprunaliga leiktíðin var liðin. Í hinari hálvfinaluni Vunnu Kollfirðingar 6-2 á Kyndli, og sostatt skuldu StÍF og KÍF hittast í finaludystinum. Her vórðu tað kollfirðingar, sum drógu longra stráðið, eftir at teir í einum spennandi dysti vunnu 13-11 á mótstøðuliðnum. Í dystinum um triðja plássið vann Kyndil 9-8 á Neistanum.
Gentur 16 ár
Onnur hálvfinalan stóð millum VÍF og Kyndil, og her eydnaðist tað vestmannagentunum at vinna 8-3, og sostatt tryggja sær finalusessin. Í hinari hálvfinaluni hittust a- og b-liðið hjá Neistanum, og her eydnaðist tað b-liðnum at vinna 7-5. Í finaluni vórðu vestmannagenturnar tær drúgvaru, og eydnaðist tað teimum at vinna dystin 14-9. Dysturin um triðja plássið stóð sostatt millum Neistan a og Kyndil, og her vann Kyndil 10-6.
Dreingir 16
Her var talan um tvær sera javnar hálvfinalur, men at enda gjørdust tað a- og b-liðið hjá Neistanum, sum tryggjaðu sær finalusessirnar, við at vinna á ávíkavist StÍF og Kyndli í hálvfinalunum. Í finaludystinum vann a-liðið hjá Neistanum 16-11 á b-liðnum, sum sostatt mátti taka til takkar við silvurmerkjunum. StÍF tryggjaði sær bronsumerkini, tá teir í einum málríkum dysti vunnu 18-16 á Kyndli
Á komandi síðunum eru myndir av øllum liðunum, sum luttóku í finaluumfarinum, og vilja vit nýta høvið til at ynskja øllum vinnarunum hjartaliga tillukku við steypasigrinum.