Vinnarin av dystinum sleppur við í bólkaspælið saman við liðunum úr Burn deildini.
Innleiðandi bólkaspælið í Faxe Kondi kappingini verður leikt fyri jól, meðan hálvfinalur og finalur liggja, sum tær plaga, í februar. Stóra finaluvikuskiftið í Høllini á Hálsi verður um vikuskiftið 24. – 26. februar 2023.
Bæði hjá monnum og kvinnum eru liðini bólkað í tveir bólkar útfrá støðuni í landskappingini eftir grundspælið seinasta kappingarár.
Í bólki 1 hjá monnum eru H71, Team Klaksvík, StÍF og vinnarin av H71 2 - Kyndil 2.
Í bólki 2 hjá monnum eru KÍF, VÍF, Kyndil og Neistin.
Í bólki 1 hjá kvinnum eru H71, Stjørnan, StÍF og VÍF.
Í bólki 2 hjá kvinnum eru Neistin, Kyndil, VB, EB og H71 2.
Leiksskráin hjá monnum og kvinnum sæst á heimasíðuni hjá Hondbóltssamband Føroya.