Fimm tey fremstu í landskappingini eru inntil seint seinnapartin við í steypakappingini.
Tað er einki at liggja omaná, at skráin verður øgiliga tøtt og krevjandi hjá teimum, sum í dag fara at kvalifisera seg í hálvfinaluumfarið. Tí er tað so sjálvsagt, at tætta dystarskráin í sambandi við hálvfinalurnar fer at bera møði við sær og harvið størri møguleika fyri bæði leikbannum og skaðum.
Hetta er serliga áhugavert, tá ið tað er so tætt millum seks tey ovastu í landskappingini, sum støðutalvan sigur, at tað er, nú ein triðingur av landskappingini er avgreiddur.
Eyðun Klakstein fer í dag saman við B36 at spæla í Klaksvík, har landskappingardysturin fyri fáum vikum síðani millum KÍ og B36 endaði 1-1_
-Sjálvandi ætla bæði vit og hini liðini okkum at vinna bæði FM og løgmanssteypið. Tað er sera javnt í landskappingini, og tað eru so nógvir dystir á skránni nú, sum tað neyvan hava verið áður. Hetta ber avbjóðing við sær, sum snýr seg um, hvussu nógv trýst skal leggjast á stuðulsspælararnar, og um og hvussu ofta teir skulu loysast av. Vit eru mitt í hesum, tí tað eru so nógvir, sum í fjør vóru fyrsta val, ið eru skaddir, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá meistaraliðnum B36, sum ikki hevur vunnið steypakappingina síðani 2006.