Síðsta vikan hevur verið kostnaðarmikil fyri EB/Streym. Eftir tveir tíma stríð varð oddaliðið í landskappingini mikukvøldið sent úr steypakappingini, tá ið teir taptu brotssparkskappingina móti B36.
Sunnudagin tapti EB/Streymur fyri fyrstu ferð á heimavølli í ár. GÍ stríddist sum úlvur á skóg, og gøtumenn vunnu 3-2. Harvið er spenningurin í toppinum størri, enn hann leingi hevur sæð út til at skula verða.
Støðan er tann, at EB/Streymur er oddalið við 51 stigum, og at HB er næstfremst við 49 stigum. B36 hevur á triðja plássi 43 stig. Tað eru tvey umfør eftir av hesum kappingarárinum, og hóast HB einki stig fær tær báðar seinastu ferðirnar og B36 fær fult, so er tað ikki sannlíkt, at B36 fer at fáa HB aftur. HB hevur +22 í málmuni, og B36 hevur + 12.
Stóri spurningurin er nú, um tað verður EB/Streymur, sum næsta summar fer út í Europa sum føroyskur meistari, ella um tað verður HB.
HB hevur havt framúr góð úrslit í rættuliga langa tíð. HB hevur ikki tapt, síðani B36 2. juli eyðmýkti grannarnar 6-0. Síðani tá hevur HB úrtøkan burturúr teimum tíggju dystunum verið sjey sigrar og tríggir javnleikir ella tilsaman 24 stig. Í sama tíðarskeiðnum hevur EB/Streyma úrtøkan verið seks sigrar, tveir javnleikir og tvey tap ella í alt 20 stig.
Gongdin nógvu tær seinastu vikurnar hevur altso verið, at HB hevur tikið seg nærri oddaliðnum. Tað hevur borið við sær, at talan ikki gjørdist um, at EB/Streymur longu í september vann FM, sum tað seint í summar tóktist skula verða møguleiki fyri. Spenningurin er intensiveraður, og nú bendir alt á, at tað ikki verður fyrrenn í 27. og síðsta umfarinum, at tað fer at verða spælt um gullkrónurnar.
Í teimum báðum síðstu umførunum er skráin hjá oddaliðunum báðum tann, at EB/Streymur skal spæla móti ÍF (ú) og KÍ (h), og at HB skal spæla móti B68 (ú) og ÍF (h). Um skráin hjá øðrum oddaliðnum ella hinum er lættari ella torførari, kunnu tað ivaleyst vera fleiri meiningar um. Bæði oddaliðini skulu spæla móti ÍF, sum fer at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, HB skal spæla á Toftum móti B68, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting, og EB/Streymur fer í síðsta umfarinum at fáa vitjan av KÍ, sum rættuliga sannlíkt mitt í vikuni frammanundan hevur verið partur av steypafinaluni.
Gullroykur og gummibein
Einki hevði verið lættari enn yvir hesi greinini at nýtt yvirskrift, sum segði, at nú er gulldeymurin á Mølini ikki so ramur, sum hann hevur verið, og at tað nú sæst nógv til gummibein. EB/Streymur hevur jú bara fingið eitt stig burturúr tveimum teimum seinastu ferðunum. Avbjóðingarnar á útivølli móti B68 og á heimavølli móti GÍ høvdu fyrr í summar verið roknaðar at bera seks stig við sær.
Tá ið tað varð valt at síggja burtur frá gummibeinunum, so var orsøkin tann, at tað hesar seinastu vikurnar hevur verið heilt greitt, at tað hevur kostað EB/Streymi nógv, at liðið síðani næstsíðsta mikudag hevur spælt fýra dystir. Um tað so eru fulltíðar yrkisspælarar, sum eru í tílíkari avbjóðing, so sæst tað aftur í avrikunum. At hálvfinalurnar móti B36 og dysturin á Toftum og serliga longda leiktíðin og vónbrotið í brotssparkskappingini í Gundadali mikukvøldið hava kostað nógv hjá EB/Streymi er einki at ivast í.
At tað nú gjørdist so tætt millum dystirnar hjá EB/Streymi komst av, at steypakappingin ikki varð avgreidd, tá ið hon skuldi avgreiðast. HB tapti fjórðingsfinaluna móti EB/Streymi. Seinastu umførini hava fyritreytirnar hjá HB verið betri í landskappingini, enn tær hava verið hjá EB/Streymi!
Einki umboð úr Suðuroy
Hesa ferð tapti illa sperda VB/Sumba í Gundadali móti HB. B68 vann lyklauppgerðina í Fuglafirði, og nú er tað upp til toftamenn at gera av, um teir skulu halda sær røttu megin strikuna.
Hjá VB/Sumba gjørdist talan ikki um tað skrædlið hesa ferð, sum gongdin seinastu vikurnar kundi boðað frá. Men tað sær einki serligt út hjá VB/Sumba, og tað kann ikki síggjast burtur frá møguleikanum, at tað næsta ár als ikki verður Formula fótbóltur í Suðuroy.
Alt bendir á, at tað verður nógvur Formula fótbóltur í høvuðsstaðnum í 2007. Undan tveimum teimum síðstu umførunum í næstbestu deildini er longu greitt, at tað verður Formula fótbóltur á Sandi næsta ár. Hetta varð endaliga staðfest, tá ið FSF gjørdi av, at VB/Sumba og Royn skuldu varpast úr næstbestu deildini.