Steypaliðið er úti

StÍF-Kyndil 24-26 (10-11)Kyndil vinnur samanlagt 51-41:

 

Spenningurin varð ongan tíð raktur í Ítróttarhøllini á Skála í gjárkvøldið.

Kyndil hevði eina rimmar leiðslu undan seinnu hálvfinaluni, og tí var talan hesa ferð meira um staðfesting av, at StÍF nú ikki er partur av steypafinaluni. Hetta fyri fyrstu ferð síðani 2000.

 

Og talan gjørdist eisini um ein rættiliga taman dyst. Fyri tað allar mesta hevði Kyndil fult tamarhald á støðuni, og hóast StÍF eina løtu í seinna hálvleiki fekk nakað av ferð á, so vóru teir ongan tíð í nær námind kravda átta mála sigrinum.

Og í so máta var eisini hóskandi, at Kyndil at enda dróg frá.

 

Bestu málskjúttarnir hjá heimaliðnum vóru Cristian Preda og Mortan Hansen, sum skutu 6 mál hvør. Hans Áki Dal-Christiansen skoraði 9 mál fyri Kyndil.