Í morgun fer morgunsendingin at heiðra steypavinnarunum hjá Stjørnuni. Spældur verður Stjørnu-tónleikur, Champions-tónleikur. Samrøður verður við venjara, leikarar o.o. sum varða av Stjørnuni. SMS-skipanin verður eisini opnað fyri Stjørnu-viðhaldsfólkum, sum ynskja at heiðra Stjørnuni. Seinna partin av tíðini fer morgunsendingin at heiðra steypavinnarunum hjá Kyndli. Og verður frymulin tann sami. Tá eru Kyndils-starvsfólk vælkomin at SMS´a heilsanir inn til menninar hjá Kyndli.
SMS skulu sendast til 559999