Steypavinnarar hjá NSÍ

Hóast tað ikki eydnaðist unglingunum úr Runavík at ogna sær Thomas Dam steypið, so merkir tað á ongan hátt, at runavíkingar eru steypaleysir í ár.
Seinasta vikuskiftið vórðu fleiri steypafinalur, og her eydnaðist tað NSÍ at taka tvey steyp heim við sær.
Gentur 14-17 ár spældu í sínari finalu móti AB, og her vann NSÍ 3-2. Heidi á Lakjuni og Heidi Sevdal skutu eitt mál hvør, og eitt mál var sjálvmál.
Og eisini smádreingirnir hjá NSÍ vunnu, tá teir í finaluni um Cadbury steypið spældu móti HB. Her vann NSÍ 2-0, og vóru tað Símun Jacobsen og Karl Løkin, sum syrgdu fyri málunum í teirri uppgerðini.