Steypavinnarar í yngru deildum

Allan sunnudagin á tamb spældu yngru hondbóltsdeildirnar steypafinalu í Ítróttarhøllini á Hálsi

Hondbóltur

Høllin var sær sjálvum lík frá finaluni við eyðkenda gula gólvinum, soleiðis at umstøðurnar at spæla hondbólt vóru av teimum allarbestu.
Og eisini karmarnir sjálvir vóru framúr. Var rómurin nógvur leygardagin, so var hann tað so sanniliga eisini sunnudagin, tá hópur av foreldrum og øðrum áhugaðum eggjaðu sínum liði vegin fram í finaluni.
Og hóast tað nú einaferð skuldi verða so, at nøkur vunnu, meðan onnur taptu, so var tað fyrst og fremst stuttleikin kring hondbóltsspælið, sum var vinnarin á degnum, har yngru spælararnir í ein dag sluppu at royna seg á vakrasta hondbóltspallinum í landinum.
Og so slepst illa undan at nevna finaludystin hjá dreingjum 12, har VÍF at enda knógvaði H71 í einum sonnum gysarar. Tveir umdystir og brotskastskapping skuldi til, áðrenn VÍF kundi rópa seg vinnara av dystinum. Á vegnum upplivdu teir millum annað, at hoyvíkingar í umdystinum vóru á odda við fýra málum, men tað eydnaðist kortini vestmenningunum at stríða seg upp á javnleikin, og so vóru teir gulu altso nóg kaldir, tá brotskøstini skuldu takast.

Úrslitini
Gentur 10 StÍF-Neistin a 1-4 (0-1)
Dreingir 10 H71-StÍF 7-4 (4-2)
Gentur 12 Kyndil-Neistin 13-6 (9-1)
Dreingir 12 Kyndil-Tjaldur 18-9 (8-5)
Gentur 14 Neistin-Kyndil 9-13 (5-6)
Dreingir 14 H71-VÍF 24-27 eftir umdyst og brotskastskapping 24-24 (16-16(6-8))
Gentur 17 H71-Kyndil 8-25 (3-13)
Dreingir 17 H71-Kyndil 21-23 (9-17)