StÍF snávaði í Klaksvík

Hondbóltur, kvinnur: Oddaliðið StÍF fekk bert javnleik í Klaksvík móti Stjørnuni, og nú er spenningurin stórur áðrenn seinasta dystin móti Kyndli á Skála

StÍF snávaði í dystinum móti Stjørnuni í Klaksvík sunnudagin. Høvdu strandakvinnur vunnið við hampuliga nógvum málum, høvdu tær so at siga kunnað kallað seg føroyameistarar, men nú mugu tær bíða til leygardagin, áðrenn avgerðin fellur.

Karin Hansen, sum vanliga stendur í málinum hjá StÍF, koykti sær fótin undir venjing fríggjakvøldið og var ikki við. Í staðin vardi Óluva Djurhuus málið hjá oddaliðnum.

Fyrri hálvleikur var katastrofalur fyri StÍF.

? Vit høvdu møguleikarnar í fyrra hálvleiki, men brendu ov nógv. Málverjin hjá Stjørnuni spældi eisini sera væl, sigur Paula Jacobsen úr StÍF, sum viðgongur, at tær kanska undirmettu Stjørnuna eitt sindur eisini.

Í hinum endanum megnaði Stjørnan at skora upp á sínar kjansir, so støðan í hálvleikinum var 13-6 til heimaliðið. Seinna korterið av fyrra hálvleiki fekk Stjørnan átta mál, meðan StÍF fekk eitt?

? Seinni hálvleikur var eitt sindur frægari hjá okkum, hóast vit mistu Eyðleyg, sum eisini koykti fótin. Vit skiftu verju, og Óluva spældi eisini nógv betur í málinum í seinna hálvleiki, sigur Paula Jacobsen.

Upprunaliga var hetta ein dystur, sum StÍF á pappírinum átti at vunnið ruddiliga, men Paula sigur, at tá dysturin var liðugur, vóru tær lukkuligar fyri, at tær ikki taptu.

? Tað kann eisini gera tað sama, um vit spældu javnt ella høvdu vunnið. Vit mugu framvegis ikki tapa móti Kyndli leygardagin, sigur hon.


1. deild kvinnur:

Stjørnan-StÍF 20-20 (13-6)

Stjørnan: Joan M. Joensen 8, Simona Hansen 7, Birgit Ryan 2, Anna K. Samson 2, Ása Petersen 1.

StÍF: Anna Maria Berthelsen 5, Signhild Petersen 5, Hanna Thorleifsson 4, Paula B. Jacobsen 3, Alis Høghamar 2, Birna Mikkelsen 1, Eyðleyg Mikkelsen 1.

Útvísingar: Stjørnan 1, StÍF 2.