Tríggir dystir vórðu spældir í bestu kvinnudeildini í hondbólti í dag.
Størsti spenningurin var í Vági, har StÍF vann ein sera tepran sigur. StÍF var omaná fyri steðgin, og tað eydnaðist eisini gestunum at halda fast um heldur óvæntaða sigurin.
Júst dystirnir móti StÍF hava verið sera truplir hjá VB í ár. Báðar dystirnar á Skála hevur VB tapt, og nú riggaði altso heldur ikki á heimavølli.
Neistin og Kyndil høvdu á pappírinum lættar dystir, tá tey spældu móti teimum báðum niðastu liðunum í deildini. Og hvørki Neistin ella Kyndil høvdu serligar trupulleikar við at vinna sær stigini.
Úrslitini
VB-StÍF 27-28 (14-17)
Søljan-Neistin 10-34 (5-17)
Kyndil-Stjørnan 27-11 (15-6)