Bæði Gunnar Nielsen og Ári Mohr Jónsson spældu allan dystin, tá Silkeborg í kvøld spældi 1-1 javnleik móti FC Midtjylland. Christian Lamhauge Holst kom inn seinasta korterið.
Silkeborg er nú endaliga flutt niður úr Superliguni. Tað gjørdist greitt í kvøld, tá teir í kvøld høvdu FC Midtjylland á vitjan. Umframt Gunnar Nielsen, so byrjaði Ári Mohr Jónsson eisini inni á liðnum. Hetta fyri fyrstu ferð nakrantíð.
Mads Albæk legði FC Midtjylland á odda eitt korter fyri tíð við beinleiðis frísparki, sum fór umvegis stongina í mál. Í evstu løtu eydnaðist innskifta Daniel Flyger at javna fyri botnliðið.
Silkeborg hevur 30 stig á aftasta plássi. Tað eru seks stig upp til Brøndby, sum liggur røttu megin niðurflytingarstrikuna. Tað restar bara eitt umfar í, so Silkeborg hevur onagan møguleika at bjarga sær.