Neistin-VB 26-22 (12-12)
Ivaleyst mundu tað vera mong, sum áðrenn kappingarársbyrjan væntaðu, at VB fór at verða eitt av teimum liðunum, sum rættuliga fór at gera um seg hetta kappingarárið.
Í byrjanini var eisini líkt til, at so fór at verða, men tá kappingin var nakrar vikur gomul, kom brádliga stígur í hjá teimum.
Í landskappingini hava tær ongantíð fingið gongd á aftur, men hinvegin hava tær í steypakappingini prógvað, at knotur eru í teimum, og í øllum førum er tað vist, at einki lið skal taka sigurin sum eina sjálvfylgju, tá VB stendur hinumegin miðlinjuna.
Eftir at tær leygardagin høvdu verið annar parturin í einum rimmar dysti, skuldu tær sunnudagin royna seg móti Neistanum. Vandi kundi kanska verið fyri, at tær so at siga høvdu brent alt krútið dagin fyri, og okkurt kundi eisini bent á, at so var, tí dysturin endaði við sigri til heimaliðið, sum sostatt helt fast um silvurvónirnar.
Ileana koyrd út
Munurin millum liðini bæði var tó ikki serliga stórur sunnudagin. Allan fyrra hálvleik var gekk sera javnt á, og ber til at tosa um yvirvág, so var tað helst VB, sum hevði hesa.
Neistin helt tó alla tíðina fast í tiemum, og onkuntíð vóru tær eisini á odda við einum máli.
Javnleikur var eisini støðan, tá farið varð til hálvleiks, og í seinna hálvleiki gekk framhaldandi sera javnt á.
Fyri Neistan mundi tað helst kennast sum ein dyggur smeitur, at Ileana Manolescu tíðliga í seinna hálvleiki varð rikin av vøllinum, eftir at hon hevði togað í armin á Sórun, tá henda leyp inn móti málinum.
Í øllum førum hevur hon í fleiri dystum verið ein av stóru orsøkunum til, at Neistin hevur fingið stig við sær aftur, og tískil vóru tað helst fleiri, sum væntaðu tað ringasta, nú hon ikki kundi hjálpa liðfeløgunum seinastu 20 minuttirnar.
Hetta fekk tó ikki so stóra ávirkan á dystin, tí eftir útvísingina byrjaði Neistin brádliga at fara frá gestunum. Nú skal tað ikki sigast, at tað var útvísingin, sum gjørdi munin, tí helst var møðin eisini at farin at gera um seg hjá mótstøðuliðnum. VB hevði havt ein harðan dyst í Klaksvík leygardagin, og harumframt er hópurin ikki serliga breiður.
Hetta hevur eisini verið ein trupulleiki í nógvum dystum, tí stuðulsleikararnir fáa ikki tað neyðugu hvíldina undir dystinum.
So var eisini hesu ferð, og kundi Neistin tí tryggja sær sigurin í seinasta partinum av dystinum, har tær runnu VB liðið niður.
Skert móti Kyndli
At Ileana fekk reyða kortið í hesum dystinum merkir eisini, at hon ikki verður tøk, tá Neistin mikudagin skal royna at basa grannunum úr Kyndli í einum dysti, sum helst fer at hava avgerandi týdning fyri, hvørjar heiðurskrónur tey bæði havnarliðini fáa.
Harumframt noyðast tær helst eisini at vera Biritu Wardum fyri uttan, tí hon mátti seint í dystinum fara út við skaða, so í løtuni sær einki serligt út hjá Neistanum.
Tó so, viljan hava tær aloftast við sær á vøllin, og at hesin ber langt er einki at ivast í. Higartil hevur tað í hvussu so er verið høvuðsorsøkin til, at Neistin framhaldandi hevur møguleikan fyri heiðursmerkjum, men um hetta eisini verður nóg mikið mikudagin fer tíðin at vísa.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Neistin: Katrin á Neystabø 6 (4), Rúna Wardum 5, Birita Wardum 4, Marjun Jógvansdóttir 3 (3), Ileana Manolescu 3, Mildrið Jacobsen 3, Inga Danberg 1, Gunnleyg Berg 1
VB: Regina Rádó 5 (1), Arnleyð Krosslá 5, Gurið Mortensen 4, Sólrun Krosslá 4, Rannvá Augustinussen 3, Christina Holm 1
Brotskøst:
Neistin 8, VB 1
Útvísingar:
Neistin 2, VB 1
Diskvalifikatión:
Neistin 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr Stjørnuni:
Geir Wardum og Carsten Andreasen