– Stigatalvan lýgur ikki

– Eg dugi ikki at siga, um hini liðini eru nógv betri, men stigatalvan lýgur ikki. Vit hava mist umráðandi leikarar seinastu tvey árini, og tað eru nú ungir spælarar, sum skulu spælast inn á liðið, sigur Julian Jónsson Johansen, sum er partur av verandi botnliðnum. Kyndil tapti stórt fyri KÍF hesaferð

Kyndil hevur lagt sera trivl­andi frá landi í hesum kapp­ingar­árinum. Liðið er botn­propp­ur í bestu mansdeildini við bara tveimum stigum. Um viku­skiftið vóru grønlittu havnar­menninir fyri stórtapið í Kolla­firði. KÍF vann við 12 mál­um, 36-24.
Julian Jónsson Johansen hevur verið ein av stuðuls­leikarunum. Hann er sann­førdur um, at Kyndil fer at skava fleiri stig saman næstu vikurnar, tí liðið hevur verið tætt við.
– Verjan stendur seg væl, og vit fáa ikki fleiri enn 20 til 25 mál ímóti okkum. Tað skuldi verið nógmikið at vunnið dystir­nar, men vit skjóta ov fá mál, staðfestir Julian Jónsson Johansen.

Kunnu enda sum botnlið
Hini liðini hava longu runnið undan Kyndli á stigatalvuni. H71 er á sætta plássi við seks stigum, fýra stig fleiri enn botn­liðið. Keðiliga gongdin hjá høvuðsstaðarliðnum gevur ábendingar um, at kyndlamenn fara at stríðast um at sleppa undan botnplássinum í hesum kapp­ingarárinum.
Tað ásannar Julian Jónsson Johansen.
– Tað kann sjálvandi hugs­ast, at vit verða botnlið tá av­torn­ar, tá vit hava lagt so illa frá landi. Vit ætla at gera alt, vit eru mentir, fyri at sleppa upp í miðbólkin á stigatalvuni. Tað er ein rímiligur málsetningur fyri kappingarárið, sigur hann.
Spælarahópurin hevur ver­ið fyri stórum broytingum sein­astu árini. Nakrir teirra verða við í desember, og tað fer vón­andi at merkjast, sigur Julian.
– Fýra sera umráðandi dystir bíða okkum fyri jólafrítíðina, og vit skulu vinna nøkur stig tá. Vit fáa síðani nakrar spælarar heima, sum skulu spælast inn á liðið, millum annað Torvald Abrahamsen, sigur Julian Jónsson Johansen.