Stigini fara at koma

Nógv roknaðu við kappingarbyrjan við, at ÍF veruliga fór at gera ein vørr í landskappingini.
Higartil hevur hetta tó verið av ongum, og sæð burtur frá einsamalla sigrinum á NSÍ, hevur lítið og einki verið at fegnast um hjá fuglfirðingunum.
Ein av teimum, sum í vetur kom til felagið, er málverjin, Karsten Joensen, og hóast vánaligu støðuna, so tykist tað ikki soleiðis, at hann á nakran hátt hevur mist mótið.
- Eg haldi sjálvur, at vit hava verið rættiliga óhepnir higartil. Hesa ferð restaðu fimm av teimum leikarum, sum vanliga byrja inni, og tá hópurin ikki er so øgiliga breiður, so skal tað merkjast.
- Hinvegin ivist eg ikki í, at vit fara at skava nøkur stig saman. Munurin uppeftir er ikki so stórur, so ein sigur ella tveir kunnu broyta heilt nógv. Men sjálvandi er talan um sera týðandi dyst, tá vit vitja á Eiði næstu ferð. Tá kann eitt stórt glopp koma í, um vit tapa, sigur altso Karsten Joensen at enda.