- Vit eru glaðir fyri stigi, men vildu sjálvandi væl heldur ynskt øll trý.
Jákup Mikkelsen harmast sjálvsagt um, at tað ikki eydnaðist KÍ at fáa fult á heimavølli móti uppflytarunum úr 07 Vestur í gjár. Málverjin staðfestir, at brotssparkið, sum gestirnir fingu miðskeiðis í fyrra hálvleiki, hevði stóra ávirkan á dystin.
- Vit leggja bragdliga fyri, men tá teir fáa eitt heldur lætt mál, tykjast tað, sum fjáltur kemur á okkum. Uppleggið í dag var væl meira framrættað enn vanligt, men vit hava trupulleikar við at spæla okkum til møguleikar.
Tit hava framvegis fyrsta sigurin í 2009 til góðar. Hvussu er at spæla fótbólt í Klaksvík í hesum døgum?
- Tað er sjálvandi stuttligt. Tað er tí, at vit spæla fótbólt. Vit hava gjørt stóra framgongd, og eg eri vísur í, at stigini ikki eru langt burturi, sigur Jákup Mikkelsen, venjari og málverji hjá KÍ.