Stigini vórðu trýst norðurum

Við sigrinum á grannunum fekk HB vaskað stórtapið móti grannunum fyrr í ár av sær. Samstundis er UEFA-Cup luttøka hjá reyð/svarta havnarliðnum nú mest sum tryggjað

Fótbóltur

HB hevur vunnið slagið um havnina. Hóast máltalvan í innan hýsis uppgerðunum er til fyrimun fyri B36, so siga stigini, at HB eigur seks av níggju møguligum. Og so hjálpir tað lítið, at B36 enn kann erpa sær av stórsigrinum í juli mánaði. Danir taka til, at ein svali gevur einki summar, og triða plássið á talvuni staðfestir eisini veruleikan hjá B36 í so máta.

Sunnudagin var vinnarin av dystinum eisini tann rætti. Eisini hóast B36 eina góða løtu í fyrra hálvleiki hevði gott tak á dystinum. Byrjanin sum so var ikki óvæntað varin frá báðum pørtum, sum tó høvdu einstakar góðar royndir. Spakuliga settist miðvøllurin hjá B36 á dystin, og tó at tað skuldi ein verjuvilla til, áðrenn B36 skoraði, so var eingin ivi um, at leiðslan var uppiborin.
Talan var um langa sending niðan í vinstra borð, har óroyndi Pætur Jørgensen meira enn hálvkiksaði, tá hann skuldi sparka burtur. Tað gav Sylla møguleikan at seta kós móti HB-málinum, og so beyð ikki bøtur. Tá Bárður Johannesen kom ímót, feldi hann áleyparan, og so var brotsspark. Onkur av teimum hvítu vildi eisini hava, at Bárður skuldi hava reytt, men her valdi dómarin røttu loysnina, tí hóast málverjin púra greitt tók stóran møguleika burtur, so vóru tveir verjuspælarar eisini við at hava runnið Sylla aftur, so heilt opið var málið ikki.

Orkan gekk undan
B36 royndi nú veruliga at trýsta HB niður, og stóri spurningurin tóktist vera, hvørt tað skuldi eydnast HB at hóra undan fram til steðgin.
Tað gjørdu teir, og tá teir komu út til seinna hálvleik, var liðið at kalla hamskift. Kanska tók B36 seg nú nakað aftur á vøllin, teir hvítu høvdu neyvan ætlað, at trýstið skuldi gerast somikið massivt, sum veruleikin sýndi. Serstakliga skapti HB nógv upp ígjøgnum høgru síðu, har ein væl upplagdur Jákup á Borg fleiri ferðir sendi vandamiklar bóltar inn í B36 brotsteigin, umframt at hann ta einu ferðina tvingaði Jákup Mikkelsen at stórbjarga, eftir at Rógvi hevði spælt Jákupu leysan innan fyri verjuna.
Og 20 minuttir fyri leiklok fekk HB so lønina. Aftur var tað Jákup á Borg, sum hesa ferð sneiddi sera hegnisliga frá Alex José Dos Santos og Bergi Midjord. Og tá bólturin varð sendir flatt inn í brotsteigin, stýrdi føroya mest umtalaði fótbóltsspælari hegnisliga bóltinum inn.
B36 verjan tóktist bara hoykna enn meira eftir málið. Møugliga hevði dysturin mikukvøldið tært ov nógv á kreftirnar, og í øllum førum tóktist tað bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn HB skeyt seg framum. Jákup Mikkelsen hevði eina fantom-bjarging, tá Rókur av Fløtum Jespersen royndi seg við fluktara, men heldur ikki Jákup kundi gera nakað, tá avgerðin fall.
Aftur gekk uppspælið upp í høgru, og tá Borg sendi innfyri, stóð Rógvi Jacobsen merkiliga óvardur í málteiginum, haðani hann stútaði bóltin niður móti síðunetinum.

Silvurið avgjørt
Og so munaði tað rættiliga lítið, at B36 royndi at flyta fólkið fram seinastu løtuna. Stóri trupulleikin hjá teimum hvítu tóktist vera, at ov lítið bit var í álopsspælinum. Tað bar við sær, at HB sjáldan hevði trupulleikar, tá teir trýstu við nógvum fólki frammi á vøllinum. Og tað bar eisini við sær, at B36 ongan veruligan møguleika fekk, hóast teir royndu at yvirfólka brotsteigin seinastu løtuna. Eitt langt skifti var Jákup Mikkelsen enntá frammi í álopinum, men hóast hann royndi seg við gjøgnumbroti, so varð eisini hann tacklaður, áðrenn skot fekst á.
Og so máttu meistararnir bara ásanna, at tað helst er umvegis steypakappingina, at teir skulu endurnýggja europiska atgongumerkið. Her verður fyrsta uppgávan, tá teir mikukvøldið taka ímóti helst komandi meistarunum, sum eisini hava fyrimun undan seinnu hálvfinaluni.
Hjá HB er steypakappingin ikki longur eitt tema, og tí verður øll orka løgd í landskappingina. Sigurin bar við sær, at teir nú eru mest sum vísir í silvurmerkjunum, og tað í sjálvum sær er helst ein stórur sigur fyri liðið, sum var fyri stórum broytingum í vetur. Enn er arbeiðið tó ikki liðugt, og hartil er enn møguleiki  á pappírinum í øllum førum  at vinna EB/Streym aftur. Og so leingi tann møguleikin er har, fer HB helst at royna eftir honum.