Franski innanríkisráðharrin, Nicolas Sarkozy, kunngjørdi í gjár, at hann ætlar sær at stilla upp á forsetavalinum næsta ár. Í januar skal flokkur hansara, UMP, taka støðu til, hvønn hann skal stilla upp, og sum er bendir alt á, at tað verður Sarkozy. Vinnur hann uppstillingina, skal hann kappast við valevnið hjá sosialistunum, Segolene Royal. Meiningakanningar vísa, at tey bæði hava líka góðar møguleikar at vinna forsetavalið, sum verður tann 22. apríl.