Stillið sam­felagsins sjakalar til svars!

Dagfinnur Danbjørg
-----------------------

Við jøvnum millumbilum eta heimligu sjakalarnir føð­ina hjá teimum smáu í samfelagnum, so tað gerst óliviligt hjá hesum, ið koma í fíggjarliga trongstøðu, missa arbeiði og eisini verða noydd til at rima av land­inum, meðan onnur í m. a. lestrarørindum ikki síggja sær nakran møgu­leika at venda heim aftur. Sjakalarnir verða stórt sæð friðaðir, og skuldi nakar víst á teirra leiklut, so verða teir vardir politiskt, religiøst og juridiskt av teirra viðsamansvornu, sum fríkennandi halda fyri, at man skal ikki útnevna synda­bukkar, hvør skal siga, teir eru uttan skuld, tað er samfelagið og um­støð­urnar, ið hava skapt krepp­una og fíggjaróskilið. Sjakalarnir verða friðaðir og halda lágan profil inntil næstu ferð.
Tað munnu vera mong, ið kenna og vita nakað um sjakallevnaðin í tí føroyska fíggjarkervinum, men sum einans undrast og tosa um tað sínámillum í staðin fyri at almannakunngera vitanina og royna at organi­sera mótmakt móti pen­ingamafiuni.
Í 50'unum var onkur búr­aður inni.
Í 90'unum sluppu allir bæði peningaligu, poltisku og juridisku sjakalarnir - bert hann, ið segði frá fíggj­ar­svikunum bleiv búraður inni. Kanska er tað tí, at fólk tiga í almennum høpi, sjálvt um tey í øðrum samanhangi vita eina rúgvu. Tey vita sum er, at rætturin langt frá altíð er rættur, og best man vera at tiga, tí so fær man onki í klemmu. Plastikk­posa­juristarnir eru ikki at spæla við, tí teirra uppgáva er at gera svart til hvítt og øvugt, so ikki er undarligt, tá fortalt verður, at fyrsti av slagnum stóð í læru í tí Ónda stað.
Eikskandalan kundi fing­ið erligar politikarar eina­ferð med alla at vakna, sligið nevan í borðið og stað­fest, at nú er nokk. Nú skulu sjakalarnir lýsast friðleysir, jagstrast dag og nátt og setast fyri ein dómstól, sum kann búra teir inni í mun til tey fíggjarsvik, teir hava framt, og á henda hátt minimera framtíðar sjakalvirksemi í tí føroyska fíggjarheiminum.
Teir stýrandi (burtursæð frá sjakalsympatisørunum) kunnu bevilga nakrar fáar mill.kr. til sakkøna hjálp (møguliga úr gannalondum okkara) í eini djúbtgangandi kanning av øllum fyritøkum í Føroyum teirra teldum og samskiti annars og øllum privatum sjálvuppgávum sein­astu 5 árini. Eisini pen­ingsflytingar millum bankar herheima og í útlondunum, og eisini kanna hvat árin stráðmannavirksemi hevur á føroysk viðurskifti.
Tað er upp á hægstu tíð, at fólkið fær neyðugt innlit í sjakalanna lív og virki her í Føroyum. Og at hetta virksemi verður steðga.